Studentaskúlakunngerðin
Juni 2001
KT
Endamálið
1.1 Endamálið við
KT-brúkaraskeiðnum, smbr. punkt 2.2, er, at næmingarnir ogna sær
|
a) |
førleika í at nýta KT-útgerðina
hjá skúlannum, og |
|
b) |
vitan og førleika, sum kann
gerast grundarlag undir nýtslu av KT í øllum lærugreinum. |
1.2 Endamálið við
KT-undirvísingini annars er, at næmingarnir ogna sær
|
a) |
kunnleika í at nýta KT, |
|
b) |
kunnleika til nýtslu av KT innan
ymsar lærugreinir, og |
|
c) |
innlit í samspælið millum KT,
einstaklingin og samfelagið og millum KT, menniskjað og mentanina, og fær
høvi at ogna sær sjónarmið og hugburð um hetta. |
Undirvísingin
2.1 KT-undirvísingin
fevnir tilsamans um 100 pultstímar. Undirvísingin í KT fer fram í øllum
lærugreinunum, ið samskipa undirvísingina sínámillum.
2.2 KT-undirvísingin
byrjar við stuttum brúkaraskeiði í 1. studentaskúlaflokki í einari ella fleiri
lærugreinum, har skrivligt arbeiði er kravt. Lærararnir í flokkinum leggja
brúkaraskeiðið til rættis sum part av samskipanini av tí skrivliga arbeiðinum, og
brúkaraskeiðið skal skapa grundarlag fyri at nýta KT í undirvísingini í øllum
lærugreinum.
2.3 KT-undirvísingin
fer fram frá 1. til 3. studentaskúlaflokk. Undirvísingin kann verða løgd til
rættis fyri hvørja lærugrein sær ella sum tvørfakligt samstarv. Undirvísingin
skal viðgera tað hugvísindaliga, samfelagsvísindaliga og nátturuvísindaliga
fakøkið og kann samanteingjast við allar lærugreinirnar í studentaskúlanum.
Innihaldið í
undirvísingini
3.1 Á brúkaraskeiðnum
verður høvuðsdenturin lagdur á at nýta KT sum amboð. Undirvíst verður í nýtslu
av í minsta lagi trimum vanligum forritum (t.d. tekstviðgerð, rokniark,
myndaviðgerð, dátugrunnur, kagari). Tá ið forrit verða vald, skal leggjast upp
fyri, hvussu KT kann nýtast í undirvísingini innan tað hugvísindaliga,
samfelagsvísindaliga og náttúruvísindaliga økið. Forritini, ið verða nýtt,
skulu brúkast til at gera í minsta lagi eina skrivliga uppgávu, ið faklærarin
skal rætta, og sum er partur av skrivliga arbeiðinum í teimum ymsu
lærugreinunum.
3.2 KT-undirvísingin
er partur av undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum, smbr.
lærugreinaskjølini. KT skal annars takast upp í undirvísingina, í tann mun
hetta natúrliga kann fremja endamál, ið eru serstøk fyri ta einstøku
lærugreinina.
Fráboðan og próvtøka
4.1 Á hvørjum ári
sendir hvør skúli Mentamálastýrinum upplýsingar um vav og innihald av
brkaraskeiðnum, sambært ásetingum hjá Mentamálastýrinum.
4.2 Frágreiðing um
KT-undirvísingina annars verður givin sambært reglunum í teimum einstøku
lærugreinunum. Gjøgnumgingið tilfar verður partur av lesipensum í teimum
lærugreinunum, har tað er lisið, og tilfarið verður givið upp til próvtøku
sambært reglunum í teimum einstøku lærugreinunum.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost