Fylgiskjal 17
Juli 1996
Studentaskúlakunngerðin
Latín
1. Endamálið er:
|
a) |
at næmingarnir fáa innlit í
orðatilfarið og bygnaðin í latínska málinum við atliti at, fyri ein part
lesing av rómverskum bókmentum, fyri ein part fatan av týdninginum hjá tí
latínska málinum fyri evropeisku nútíðarmálini og av almennum málsligum
spurningum, og |
|
b) |
at næmingarnir fáa innlit í tann
rómverska ímyndanarheimin og evnismentanina, so at teir menna evni síni at
eygleiða og skilja sambandið millum mál og mentan. |
2. Undirvísingin
fevnir um
|
1) |
innførslu í tað latínska málið,
og í hesum føri verður serligur dentur lagdur á høvuðsorðatilfar, á ta
bendingarlæru (morfologi) og á ta setningslæru (syntaks), sum eru neyðugar til
tess at duga at lesa og umseta latínskar tekstir, og sum eru týðandi fyri
almenna málfatan. Undirvíst verður í heildarsetningsgreining; |
|
2) |
lesing og umseting av
samanhangandi latínskum tekstum: óviðgjørdum, umskrivaðum, tillagaðum ella -
í byrjanartíðini - eftirgjørdum. Næmingarnir venjast gjøgnum arbeiðið við
málsligum og mentanarligum spurningum í tí einstaka teksti at koma fram til
eina samlaða tekstfatan; |
|
3) |
innførslu í nýtslu av
hjálparamiðlum: orðabók, mállæru, parallellumsetingum o.a., og |
|
4) |
innførslu í bókmentasøgu og
samfelagslig og fornfrøðilig viðurskifti í tann mun, teir lisnu tekstirnir
elva til tað. |
3.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
3.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 4-6
normalsíður av lisnum upprunateksti frá tíðini 100 f.Kr. til 100 e.Kr. og 5-8
normalsíður av øðrum teksti, ið eru nýttar aftaná byrjanartíðina og sum er eins
torførur og upprunatekstur. Verður skanderað poesi uppgivin, verða 25 ørindi
roknað sum 1 normalsíða.
3.3 Próvtøkupensum hjá
sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er 16
normalsíður, av hesum í minsta lagi 4 normalsíður upprunatekstur frá tíðini 100
f.Kr. til 100 e.Kr. og 5-8 normalsíður av øðrum teksti, ið eru nýttar aftaná
byrjanartíðina og sum er eins torførur og upprunatekstur. Verður skanderað
poesi uppgivin, verða 25 ørindi roknað sum ein normalsíða.
3.4 Próvtakarin hevur
í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum
hava verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin hevur ikki loyvi at taka við
egin eintøk av bókum, tekstum og umsetingum. Próvtakarin má hava egnar
uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um tær
umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær
uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við
inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og
einstøkum orðingum, men tó ikki umseting, ið er skrivað í fyrireikingartíðini,
av øllum próvtøkutekstinum ella av pørtum av honum.
3.5 Próvhoyringin
fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum
tekstabroti upp á í mesta lagi 1/3 normalsíðu. Próvtøkuspurningarnir mugu ikki
innihalda vegleiðandi spurningar ella yvirskrift. Undir próvhoyringini skal
tíðin til tey einstøku evnini lagast eftir avriksstøðinum hjá próvtakaranum.
Allur próvtøkuteksturin skal umsetast. Umsetingin skal vera tekstatrúgvur á
munnrøttum føroyskum og skal vera sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá
umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum,
har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Tey krøvini, sum verða sett
til ta málsligu greiningina, eru, at próvtakarin kennir:
|
1) |
nominalmorfologina, tó
undantikið tey meiri sjáldsomu óbundnu fornøvnini (indefinit pronomen) |
|
2) |
verbalmorfologina við atliti at
præsens- og perfektumstovnum, persónsendingum í aktiv og passiv eins og
perfektum indikativ aktiv, og præsens og perfektum infinitiv og participium, |
|
3) |
týdningarmiklar setningsliðir,
umframt grundorð, umsøgn, ávirki og atviki, og |
|
4) |
setningssløgini
(høvuðssetningar, tey týdningarmiklastu sløgini av eykasetningum, accusativus
cum infinitivo og ablativus absolutus). |
Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og innihaldi í
tekstabrotinum umframt tí høpi, tekstabrotið stendur í.
4. Givið verður 1
próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum
einstøku pørtunum av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga
próvtalinum.
5. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir menna evni síni
at umseta og skilja latínskar upprunatekstir, |
|
b) |
at næmingarnir styrkja almennu
málfatan sína, og |
|
c) |
at næmingarnir økja um kunnleika
sín til tað rómverska samfelagið, tess ímyndanarheim og evnismentan og tess
týdning fyri tann seinna evropiska siðaarvin. |
6. Pensum fevnir um
uml. 40 normalsíður av upprunateksti, helst frá tíðarskeiðinum 100 f.Kr. til
100 e.Kr. Í minsta lagi á tveimum økjum skal í sambandi við lestur av
upprunateksti eins og av umsettum teksti tryggjast breiðari innlit í høvundaverk
ella evni av høvuðstýdningi. Eitt av økjunum kann vera frá tí seinna latínska
siðaarvinum.
7. Undirvísingin
fevnir um
|
1) |
at dýpa longu vunnið
mállæruhegni við denti á einum neyvum málsligum arbeiðshátti, |
|
2) |
at vaksa um høvuðsorðatilfarið
við at vísa á tann týdning, sum latín hevur fyri nútíðarmál (lánorð,
týðingarlán, nýggjyrði v.m.), |
|
3) |
at taka uppí fornfrøðiligt
tilfar eins og annað uppískoytistilfar. |
Tekstirnir verða lisnir við atliti at málsligari,
bókmentaligari og søguligari fatan.
8.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Umleið 2,5 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming
8.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 20
normalsíður, nøkulunda javnt tiknar burtur úr lisnum pensum. 2 øki, ið eru
serliga nágreiniliga lisin, skulu vera umboðað. Verður skanderað poesi givin
upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
8.3 Próvtøkupensum hjá
sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað
sama sum lesipensum: uml. 40 normalsíður av upprunateksti. Verður skanderað
poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
8.4 Próvtakarin hevur
í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum
hava verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin hevur ikki loyvi til at taka við
egin eintøk av bókum, tekstum og umsetingum. Próvtakarin má hava egnar
uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um tær
umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær
uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingingartíðini, kunnu havast við
inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og
einstøkum orðingum, men tó ikki umseting, ið er skrivað undir
fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekstinum ella av pørtum av honum.
8.5 Próvhoyringin
fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum
tekstabroti upp á í mesta lagi 1/3 normalsíðu, tikið burturúr uppgivna pensum.
Próvtøkuspurningarnir mugu ikki innihalda vegleiðandi spurningar ella
yvirskrift. Ískoytistilfar og brúktar umsetingar kunnu takast uppí
próvhoyringina. Undir próvhoyringini skal tíðin til tey einstøku evnini lagast
eftir avriksstøðinum hjá próvtakaranum. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast.
Umsetingin skal vera tekstatrúgv og á munnrøttum føroyskum og skal vera
sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur
próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal
roynast í málsligari greining. Tey krøv, sum sett verða til ta málsligu
greiningina, eru: kompleks syntaks, møguliga við ymiskum greiningum, smároyndir
í morfologi og leitiformum. Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og
innihaldi í tekstabrotinum umframt tí høpi, sum tekstabrotið stendur í.
9. Givið verður 1
próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum
einstøku pørtunum av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga
próvtalinum.
10. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir gerast førir fyri
at lesa latínskar tekstir og at umseta teir til samsvarandi og fjølbroytt
føroyskt, |
|
b) |
at næmingarnir fáa víðkaðan
kunnleika um latínska bendingarlæru (morfologi), setningslæru (syntaks) og
merkingarfrøði (semantikk) og tann vegin kunnleika til almennar málsligar
bygnaðir, |
|
c) |
at næmingarnir fáa kunnleika um
týdningarmiklar tættir í rómverska samfelagnum, tess bókmentir, ímyndanarheim
og evnismentan, sum tað kemur til sjóndar í tekstum og øðrum tilfari, og |
|
d) |
at næmingarnir fáa skil fyri
týdninginum hjá rómversku mentanini og latínska málinum fyri seinni
evropiskan siðaarv. |
11. Undirvísingin
byggir á latínskar upprunatekstir. Lisnar verða uml. 110 normalsíður. Bæði
prosa og poesi skulu vera partur av pensum og svara til í minsta lagi 1/3 hvør.
Tekstirnir skulu serliga veljast millum verk frá tíðarskeiðinum 100 f.Kr. til
100 e.Kr., og pensum verður sett saman soleiðis, at næmingarnir fáa kunnleika
til grundleggjandi tekstasløg og týdningarmiklar rithøvundar.
12.1 Undirvísingin
fevnir um:
|
1) |
mállærugreining og stílistiska
eygleiðing, |
|
2) |
brúk av hjálparmiðlum í
lærugreinini (orðabøkur, mállærur, viðmerkingar, handbøkur o.a.), |
|
3) |
brúk av umsetingum, soleiðis at
lisin tekstabrot síggjast í søguligum og bókmentaligum høpi, |
|
4) |
Uppítakan av fornfrøðiligum og
øðrum tilfari og øðrum, ið gevur tekstunum útsýni. |
12.2 Tekstirnir verða
lisnir við atliti at bæði málsligari, bókmentaligari og søguligari fatan.
12.3 Næmingarnir gera
í 2. studentaskúlaflokki skrivligt arbeiði, sum fevnir um:
|
a) |
umseting til føroyskt |
|
b) |
morfologiska og syntaktiska
greining |
|
c) |
samanbering av upprunateksti og
parallellumseting |
|
d) |
tekstviðmerkingar og
evnisviðgerð |
12.4 Í byrjanini í 3.
studentaskúlaflokki velur bólkurin, hvat av teimum báðum
próvtøkuuppgávusløgunum valbólkurin vil venja við atliti at skrivligari
studentspróvtøku.
12.5 Ein partur av
teimum skrivligu venjingunum verður gjørdur í sambandi við tekstirnar, sum
valbólkurin arbeiðir við í munnligu undirvísingini. Í 2. studentaskúlaflokki
verða latnar inn 8 fríar uppgávur upp á 0,5 - 1,5 síðu ella 16 umsetingar upp á
0,5 - 1 síðu. Tvær umsetingar svara til eina fría uppgávu. Í 3.
studentaskúlaflokki verða latnar inn annaðhvørt 13 fríar uppgávur á 1 - 1,5
síðu ella 26 umsetingar upp á uml. 1 síðu. Annaðhvørt bert fríar uppgávur ella
umsetingar skulu latast inn.
12.6 Arbeiðið við
høvuðsuppgávuni skal hava samband við endamálsorðingina fyri latín.
Uppgávutittulin skal hava ávísing til undirbókmentir, sum gevur næminginum
møguleika at gera greiðu fyri einum ávísum greiðsluevnisøki, og við sær hava
fylgiskjal við einum latínskum upprunateksti upp á uml. 2 normalsíður, soleiðis
at næmingurin við eini greining av fylgiskjalinum kann geva eina meting av
greiðsluevnisøkinum.
13. Hildin verður ein
munnlig og skrivlig próvtøka.
14.1 Til munnligu
próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
14.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður, nøkulunda javnt
tiknar burtur úr lisnum pensum. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25
ørindi roknað sum 1 normalsíða.
14.3 Próvtøkupensum
fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er
tað sama sum lesipensum: uml. 110 normalsíður av upprunateksti. Verður
skanderað poesi givin upp, skulu 25 ørindi roknast sum 1 normalsíða.
14.4 Próvtakarin hevur
í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum
hava verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin hevur ikki loyvi til at taka við
egin eintøk av bókum, tekstum og umsetingum. Próvtakarin má hava egnar
uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um tær
umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær
uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við
inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og
einstøkum orðingum, men tó ikki umseting, ið er skrivað undir
fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekstinum ella pørtum av honum.
14.5 Próvhoyringin
fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum
tekstabroti upp á uml. 1/2 normalsíðu. Próvtøkuspurningarnir mugu ikki
innihalda vegleiðandi spurningar ella yvirskrift. Próvtakarin skal sjálvur
skipa fyri svarum upp á próvtøkuspurningin. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast.
Umsetingin skal vera tekstatrúgv og vera á munnrøttum føroyskum og skal vera
sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur
próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal
roynast í málsligari greining. Tey krøv, sum sett verða til ta málsligu
greiningina, eru: kompleks syntaks, møguliga við ymiskum greiningum, smároyndir
í morfologi, sambandið millum mállæru og merkingarfrøði (og millum føroyskt og
latín). Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og innihaldi í tekstabrotinum
og tí høpi, sum tekstabrotið stendur í, umframt bakgrund og høpi, sum
tekstabrotið stendur í í mun til restina av pensum. Fornfrøðiligt og annað
ískoytistilfar kann vera tikið uppí.
15. Givið verður 1
próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum
einstøku pørtunum av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga
próvtalinum.
16.1 Skrivliga
próvtøkan varir 5 tímar. Próvtøkuuppgávan er ein uppgávurøð, sum fevnir um
|
a) |
eina umsetingaruppgáva úr latíni
til føroyskt, |
|
b) |
eina viðmerkingaruppgávu
(kommenteringsuppgávu). |
Umsetingaruppgávan fevnir um ein latínskan tekst, sum er
lættari tillagaður, og sum telur 150-175 orð. Hann skal umsetast til eitt
tekstatrúgvt, munnrætt føroyskt. Viðmerkingaruppgávan fevnir um ein ótillagaðan
latínskan upprunatekst upp á uml. 1 normalsíðu, har 50-75 orð skulu sum
eftirlit umsetast til føroyskt. Við tekstinum fylgir ein parallellumseting. Til
tess at dýpa evnið verður úr øllum tekstinum settur
|
1) |
ein spurningur í syntaktiskari
greining, |
|
2) |
ein spurningur í tekstafatan, |
|
3) |
nakrir spurningar um
tekstabakgrund, har ið í minsta lagi tveir spurningar skulu svarast. |
16.2 Próvtakarin skal
svara aðrari av teimum báðum uppgávunum í uppgávuraðinum.
16.3 2) (Strikað).
17. Svarið verður dømt
sum ein heild, har kontrollumsetingin og syntaktiska lutaruppgávan í
viðmerkingaruppgávuni viga dupult. Givið verður 1 próvtal fyri alt svarið.
18. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa
grundleggjandi kunnleika til latínskt mál og latínska mentan, so at teir -
hjálptir við orðabók og mállærubók - gerast førir fyri at lesa samanhangandi
latínskar tekstir, og |
|
b) |
at næmingarnir við hesum fáa
fatan av týdninginum, sum latín hevur fyri nútíðarmál og almennar málsligar
spurningar. |
19.1 Lisnar verða um
25 normalsíður. 15 síður av samlaða pensum skulu vera upprunatekstir, serliga
frá tíðarskeiðinum 100 f.Kr. til 100 e.Kr. Annars kunnu tekstir verða lisnir
frá øllum latínskum siðaarvi.
19.2 Lisið verður við
atliti at málsligari og innihaldsligari fatan av tí einstaka tekstinum.
Morfologi og syntaks, orðatilfar og realia verða viðgjørd í tann mun, tað er
neyðugt fyri at kunnu umseta og skilja tekstirnar.
19.3 Undirvíst verður
í orðagerð og heilsetningsgreinan. Næmingarnir skulu venja seg við at brúka
orðabók, mállæru og aðrar hjálparmiðlar.
20.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
20.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 15 normalsíður
av lisnum upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi
roknað sum 1 normalsíða.
20.3 Próvtøkupensum
fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er
tað sama sum lesipensum: umleið 25 normalsíður av upprunateksti. Verður
skanderað poesi givin upp, skulu 25 ørindi roknast sum 1 normalsíða.
20.4 Próvtakarin hevur
í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum
hava verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin má hava við egnar uppskriftir í
fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um umsetingar, sum próvtakarin
sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær uppskriftir, sum próvtakarin
hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina. Sum
uppskriftir verða roknað umseting av orðum og einstøkum orðingum, men ikki
umseting, ið er skrivað í fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekstinum ella
av pørtum av honum,
20.5 Próvhoyringin
fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum
tekstabroti upp á í mesta lagi 1/3 normalsíðu, tikið úr lisnum pensum.
Próvtøkuspurningarnir mugu ikki innihalda vegleiðandi spurningar ella
yvirskrift. Undir próvhoyringini skal tíðin til tey einstøku evnini lagast
eftir avriksstøðinum hjá próvtakaranum. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast.
Umsetingin skal vera tekstatrúgv og á munnrøttum føroyskum og skal vera
sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur
próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal
roynast í málsligari greining. Tey krøv, sum verða sett til ta málsligu
greiningina, eru: grundleggjandi morfologisk vitan, orðagreining og
týdningarmiklir setningsliðir. Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og
innihaldi í tekstabrotinum umframt tí høpi, sum tekstabrotið stendur í.
21. Givið verður 1
próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum
einstøku pørtunum av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga
próvtalinum.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost