pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 18


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Leiklist

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir menna teirra kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan, og gjøgnum raddarvenjing og arbeiði við talaða málinum styrkja um møguleikar sínar at roynast sosialt og sum einstaklingur,

b)

at næmingarnir menna fatan sína fyri týdninginum av spælinum, hugflognum og leikpartaspælinum,

c)

at næmingarnir menna hug sín og evni síni til í samstarvi við øðrum at nýta ávirkingarmegi sjónleiksins í ítøkiligum atburði og framman fyri áskoðarum, og harumframt eggja hug og áhuga teirra at uppliva sjónleik og skyldar framsagnarhættir,

d)

at næmingarnir menna evni síni at greina, tulka og meta um sjónleikaraframførslur og skyldar framsagnarhættir, og

e)

at næmingarnir menna evni síni at líta at sjónleiksframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og mentanarligum høpi.

Undirvísingin

2.1 Høvuðsøkið í lærugreinini er verkligt arbeiði við leiklist og sjónleiki umframt við ástøðiligu og søguligu fortreytunum í sjónleiki.

2.2 Undirvísingin er bæði verklig og ástøðilig - hon skal vera ein sameining av bólkaundirvísing, felags ráðlegging av verkevnisarbeiðinum, umframt av veruliga verkevnisarbeiðinum í smærri bólkum. Undirvísingin verður løgd tilrættis á tann hátt, at størstur dentur verður lagdur á tað verkliga arbeiðið, og soleiðis at greining, ástøði og sjónleikasøga mest møguligt verða tengd at tí verkliga verkevninum.

2.3 Hvør bólkur skal arbeiði við í minsta lagi 2 verkevnisgongdum, sum verða vald við atliti til at lokalum samstarvi bæði í og uttanfyri skúlan. Ein verkevnisgongd fevnir um eitt ítøkiligt verkevni, t.d. uppseting av eini lítlari leiksýning og eini frágreiðing, sum sýnir og greinar gongd og framleiðslu. Hvør næmingur sær hevur ábyrgd fyri bæði heildini og sínum parti av frágreiðingini.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lærugreinin hevur hesi verkligu lutarøki:

a)

venjingar í kropsmáli, kropsframsøgn, kropstilvitan,

b)

venjing í nýtslu av røddum og av talaða málinum,

c)

hugflogsvenjing, improvisatión, leikpartaspæl,

d)

gera sjónleik burtur úr teksta- ella myndatilfari,

e)

framleiðsla av synopsum, handritum og uppseting av sjónleiki,

f)

sjónleikaraarbeiði, t.d. sjónleikarateknikkur, pallmynd, ljósseting, ljóðarbeiði, smyrsl, búnar, grímur, útgerð.

3.2 Lærugreinin hevur hesi ástøðiligu lutarøkini:

a)

framførslugreining. Venjingar í at draga fram týdningarmiklar partar av einum sjónleiki og at greiða frá sereyðkenninum við sjónleikamiðlinum samanborið við aðrar miðlar. Í hesum sambandi kann avlesing og greining av t.d. standmyndum, myndum, filmum, sjónvarps- og sjónbandaupptøkum takast við,

b)

leiklistafrøðilig greining. Venjingar í at síggja fyri sær sjónleik og palllistarligar møguleikar at fremja ein tekst í ávísum høpi,

c)

sjónleikargreining. Venjingar í at draga fram týdningarmiklar síður av innihaldi og formi í einum sjónleiki,

d)

undirvísing í at síggja sjónleikaframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og mentanarligum høpi.

3.3. Lisnar verða umleið 75 síður av ástøðiligum tekstum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið er í tveimum: ein verklig, har sjónleikur verður framleiddur (bólkapróvtøka), og ein ástøðilig leiklistafrøðilig greining av sjónleiki (einstaklingapróvtøka). Próvtøkurnar verða hildnar sama dag, men sundurskildar. Við verkligu próvtøkuna kann uppsetingartíðin verða sett eftir tørvi, tó í mesta lagi 1 tíma fyri hvønn bólkin. Framførslan av (pørtum av) tí leiklistarligu framleiðsluni má ikki fara út um 15 minuttir. Samlaða próvtøkutíðin við verkligu próvtøkuna er 15 minuttir faldað við talinum á próvtakarum í bólkinum, íroknað próvtalsgeving og framførsla av leiklistarligu framleiðsluni, tó í mesta lagi 75 minuttir. Er bert ein próvtakari, er tann samlaða próvhoyringartíðin 30 minuttir. Til ta ástøðiligu próvtøkuna verður givið umleið 25 minuttir til fyrireikingartíð, íroknað vegleiðing og tilfarsútflýggjan. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum fyri próvtakararnar eru tey bæði verkevnini við hartil hoyrandi ástøðiligu tekstum. Teir ástøðiligu tekstirnir skulu tilsamans fevna um 75 síður.

4.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi er tvey leiklistarlig verkevni við hartil hoyrandi verkevnisfrágreiðingum, og ástøðiligir tekstir upp á tilsamans 125 síður.

4.4 Hjálparmiðlar til ta verkligu próvtøkuna eru tey amboð, sum eru neyðugt til framførsluna, sambært avtalu við próvhoyraran. Til ta ástøðiligu próvtøkuna kunnu hjálparamboðini í fyrireikingarhølinum vera alt tað tilfarið, sum hevur verið brúkt í undirvísingini ella útflýggjað, umframt egnu uppskriftir próvtakarans.

4.5 Verkliga próvtøkan er ein bólkapróvtøka í verkligari leiklist, har grundarlagið er eitt av bólkaverkevnunum. Partar av leiklistarligaru framleiðsluni av bólkaverkevninum verða framførdir, t.d. sum sjónbandaupptøka. Framførslan fer fram, meðan próvhoyrari og próvdómari eru hjástaddir. Eftir stutta framløgu frá hvørjum bólkalimi sær skal bólkurin í samtaluformi greiða frá teimum týdningarmiklastu pørtunum av framleiðsluni, herundir kjak um grundreglur, sum er farið fram í framleiðslutíðarskeiðinum, grundgevingarnar fyri fagurfrøðiligu, teknisku og innihaldsligu loysnirnar umframt perspektivering til almenn sjónleikalig og sjónleikasøgulig viðurskifti. Próvdómari og próvhoyrari skulu síggja til, at arbeiðið hjá hvørjum einstøkum próvtakara týðiliga sæst aftur.

4.6 Sjálvlesandi leggja fram eina lestrarfrágreiðing, við mynda- og skitsutilfari hjáløgdum, í sambandi við framførslu av parti av eini leiklistarligari framleiðslu upp á í minsta lagi 10 minuttir, ella einari sjónbandaupptøku av hesum.

4.7 Tann ástøðiliga próvtøkan er ein próvtøka í ástøði og sjónleikagreining. Próvtøkan er ein einstaklingapróvtøka. Spurningarnir verða settir innan tær verkevnisgongdir, sum einstaki próvtakarin hevur arbeitt við. Við støði í ikki gjøgnumgingnum leiklista- ella sjónleikstilfari (dias, skitsur, tekningar, foto, plakatir, hjálparlutir, búnar, modell, sjónvarps- ella filmssitat, ljóð- ella tekstaúrdráttur), sum er soleiðis valt, at uppgivin evni verða tikin við í próvhoyringina, verður próvtakarin próvhoyrdur í evnum sínum at draga fram týdningarmikil fagurfrøðilig, teknisk og innihaldslig sjónarmið í tilfarinum og setta hetta inn í eitt yvirorðnað ástøðiligt, søguligt ella mentanarligt høpi. Við støði í egnum uppskriftum frá fyrireikingartíðini gevur próvtakarin upplegg til eina samtalu.

4.8 Tann ástøðiliga próvtøkan fyri sjálvlesandi er tann sama sum fyri skeiðslesandi.

5. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost