pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 19


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Lívfrøði

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, eins og teir ogna sær kunnleika um úrvald lívfrøðilig øki,

b)

at næmingarnir venja eitt ávíst hegni at lýsa og greina lívfrøðiligar skipanir við støði í royndum,

c)

at næmingarnir fáa eina ávísa venjing í at orða og loysa lívfrøðiligar trupulleikar við náttúruvísindaligum háttaløgum til hjálpar,

d)

at næmingarnir fáa grundleggjandi lívfrøðiligar fortreytir fyri at kunna greina og meta um møguleikarnar og avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini fyri náttúruna, samfelagið og einstaklingin, og

e)

at næmingarnir læra at nýta vitan sína og háttalagskunnleika sín til at taka støðu til egnar og samfelagsligar trupulleikar við lívfrøðiligum innihaldi við støði í heimligum umhvørvi.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin er evnishorvandi. Innan fyri niðanfyri nevndu øki ella tvørs av teimum verða vald 3-5 øki.

2.2 Virksemi uttan fyri skúlan er ein náttúrligur partur av undirvísingini.

2.3 Teld er partur av undirvísingini, t.d. í sambandi við kostgreining.

2.4 Lærugreinin verður skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir eru partar av undirvísingini. Við at gera royndir verða næmingarnir settir inn í starvsstovuarbeiði og starvsstovutrygd, og næmingarnir læra at at føra dagbók um royndararbeiðið.

2.5 Í sambandi við undirvísingina læra næmingarnir at formiðla lívfrøðiliga vitan og kunnleika. Tað fer fram m.a. við at skriva royndarstovudagbók, men kann eisini fevna um aðrar millumgonguhættir, eitt nú at skriva frágreiðingar. Meginparturin av royndararbeiðinum fer fram í undirvísingartíðini. 3 av frágreiðingunum verða latnar inn sum einstaklingafrágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.

2.6 Næmingarnir gera royndir í 15-20 pultstímar.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Sum byrjanarundirvísing og fyri seinni at geva útsýni verður lívfrøðin lýst við arbeiðshættum, lærugreinaøkjum, hvussu lívfrøðin kann nýtast, umframt lívfrøðiligu nútíðarheimsmyndina.

3.2 Undirvísingin fevnir um hesi evni:

1)

Lívfrøði menniskjans

 

Í undirvísingini verður samspælið millum einstaklingin og umhvørvið lýst, soleiðis at mannveran sæst í eini heildarmeting.

a)

Lívvirkisfrøði - Heilsa og sjúka

 

Undirvísingin tekur støði í heilsuligum og fyribyrgjandi spurningum. Undirvísingin fevnir um yrkisgøgn manna og virkni teirra, umframt um eina nágreiniliga viðgerð av viðurskiftum viðvíkjandi evnaupptøku, evnaflutningi og umskifti av evnum og orku í kroppinum. Í hesum sambandi verða tikin við bygnaður og virkni hjá úrvaldum gøgnum umframt eitt høvuðsyvirlit yvir bygnað og virkni kyknanna.

b)

Sexologi - Nøring

 

Undirvísingin fevnir um sexualitetin og nøringslívvirkisfrøðina hjá menniskjanum, í sambandi við bygnað og virkni hjá kynsgøgnunum, hormonsjálvjavning umframt barnsburð og føðing. Harumframt verða viðgjørd fyribyrgjandi háttaløg, sexuelt yvirførdar sjúkur, eisini AIDS, eins og dømi um viðurskifti innan arvagongd og nýggja lívfrøðiliga tøkni. Kyknubýti og bygnaður og virkni hjá kromosomum er partur av undirvísingini.

2)

Vistfrøði - Umhvørvislæra

 

Undirvísingin snýr seg um virkni hjá vistfrøðiligum skipanum, og hvussu menniskjan nýtur og ávirkar náttúruna, og í hesum sambandi hugtakið burðardygg nýtsla av náttúruni. Undirvísingin fevnir um verkligar kanningar við tilknýti til eina ella fleiri vistskipanir. Við í undirvísingina verður tikið frumframleiðsla (gróður), framleiðsla á øðrum stigi, føðiketur og føðinet, hvussu verur tilpassa seg umhvørvið, umframt grundreglur fyri evnaflutning og orkuumskifti í vistskipanini.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað nágreiniliga lisna tilfarið svarandi til 120-150 síður umframt tað royndararbeiðið, sum hoyrir til.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensumið eitt nágreiniliga lisið tilfar svarandi til umleið 180 síður umframt tað royndararbeiðið, sum hoyrir til, møguliga frá einum royndarstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, yvirlit og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum og próvtøkuuppgevingar. Harumframt egnar uppskriftir og royndarfrágreiðingar, umframt lummaroknari og fremmandaorðabók.

4.5 Próvtakarin fær 1 próvtøkuspurning. Próvtøkuspurningurin skal vanliga hava neyvari undirspurningar umframt kend og ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Royndararbeiðið skal við hóskandi tyngd vera partur av próvtøkuspurninginum.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Miðstig

Endamál

6. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa djúpari innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, eins og teir ogna sær hollan kunnleika um lívfrøðilig høvuðsøki,

b)

at næmingarnir fáa fimi at gera nágreiniligar lýsingar og greiningar av lívfrøðiligum skipanum við støði í royndum,

c)

at næmingarnir læra at orða og loysa lívfrøðiligar trupulleikar við náttúruvísindaligum háttaløgum sum hjálparamboð,

d)

at næmingarnir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta um møguleikarnar og avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini fyri náttúruna, samfelagið og einstaklingin, og

e)

at næmingarnir læra at nýta vita sína og háttalagskunnleika sín til at taka støðu til egnar og samfelagsligar trupulleikar við lívfrøðiligum innihaldi við støði í heimligum umhvørvi.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin byggir á eitt lívfrøðiligt støði svarandi til kravt stig og skiftir millum evnisarbeiði og skeiðsvirksemi. Valið av evnum skal samlað tryggja eina lýsing av hesum økjum:

a)

Lívfrøði sum vísind.

b)

Lívfrøðiligari framleiðslu og lívfrøðitøknifrøði.

c)

Heilsu og sjúku.

d)

Náttúru og umhvørvi.

7.2 Virksemi uttan fyri skúlan er ein náttúrligur partur av undirvísingini.

7.3 Teld er partur av undirvísingini, t.d. tá ið nýtt verða amboðsforrit, samlátforrit og datagrunnar, umframt í royndararbeiðinum.

7.4 Lærugreinin verður skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir eru partar av undirvísingini, og verður undirvísingin løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir venjast í at leggja til rættis og gera kanningar og royndir.

7.5 Í sambandi við royndararbeiðið skulu næmingarnir venjast í at meta um møgulig vandamál og duga at seta í verk neyðug trygdartiltøk, tá ið arbeitt verður við ymsum tólum, evnafrøðiligum evnum og lívfrøðiligum evnum.

7.6 Í sambandi við undirvísingina læra næmingarnir at formiðla lívfrøðiliga vitan og fatan. Næmingarnir skulu læra at formiðla lærugreinina munnligt og skrivligt. Hetta fer fram við millum annað at gera 7 starvstovufrágreiðingar, men aðrir miðlahættir kunnu eisini verða nýttir. Frágreiðingarnar verða skrivaðir av tí einstaka næmingi ella í bólki, og lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingarnar.

7.7 Næmingarnir gera royndir, ið svara til umleið 30 pultstímar.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Undirvísingin fevnir um:

1)

Arvalæru og evolutión

 

Undirvísingin skal tryggja, at næmingarnir verða settir væl og virðiliga og breitt inn í arvafrøðiligt ástøði og háttalag, íroknað arvalæru menniskjans, stovnsarvalæru, evolutiónsástøði og nýtslu av arvalæru í gransking og framleiðslu. Í undirvísingini verður viðgjørt mýla- og kyknugrundarlag arvalærunnar. Harumframt verða viðgjørd kyknudifferentiering og fosturmenning, arvamynstur, samspælið millum arv og umhvørvi, mutatiónir, selektión, góðsking og gentøkni.

2)

Lívvirkisfrøði

 

Lívvirkisfrøði menniskjans verður lýst nágreiniliga, og dømi verða givin um lívvirkisfrøðilig viðurskifti hjá plantum og dýrum. Undirvísingin leggur dent á at vísa á bygnaðar- og virknaðarsambond, hvussu javnvág og samspælið millum einstakling og umhvørvið verða hildin uppi. Mýla- og kyknulívfrøðiliga og vevnaðarlívfrøðiliga grundarlagið fyri lívvirkisfrøðiligum tilgongdum verða tikin við í undirvísingarevnini og í gongdina av skeiðinum. Í sambandi við lívvirkisfrøði menniskjans verða tættir við tilknýti til heilsufremjan, sjúkuatvold, fyribyrging og viðgerð viðgjørd, umframt nýtsluna av læknafrøðiligari tøkni. Í undirvísingini verða nágreiniliga lýstar og viðgjørdar hesar tilgongdir: Evnaupptøka, evnaflutningur, evna- og orkuskifti, evnaútlát, rørsla umframt lívfrøðilig javning í tilknýti til hormonir, nervaskipan og órinsskipan.

3)

Vistfrøði

 

Vistfrøðiligir tættir verða nágreiniliga viðgjørdir innan fyri hesi lutartøki: Lívfrøðilig framleiðsla, tilfeingisnýtsla, umhvørvisdálking og náttúruumsiting. Evnini skulu í eini heild tryggja innlit í vistfrøðilig ástøði, háttaløg og fyrimyndir. Harumframt eru við dømi um, hvussu dýr og plantur laga seg eftir umhvørvinum. Í undirvísingini verður nágreiniliga lýst og viðgjørt brutto- og nettoframleiðsla, evnaringræsir og orkuskifti, visteiturfrøði, stovnslívfrøði, atferðarlívfrøði umframt menning og berievni hjá vistskipanum.

4)

Lívevnafrøði

 

Lívevnafrøði og lívalisfrøði eru fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og skeiðgongdunum. Í undirvísingini verður viðgjørdur bygnaður og virki hjá kolhydratum, fitievnum, proteinum og kjarnusýrum. Harumframt verður tikið við kveikavirksemi, mýlskar flutningstilgongdir, kemosyntesa, fotosyntesa, proteinsyntesa, tann intermediera evnabroytingin umframt lívevnafrøðiligir greiningarhættir.

5)

Valfrí verkætlan

 

Næmingarnir velja eina verkætlan, sum teir arbeiða við í einum tíðarskeiði, ið svarar til umleið 30 pultstímar. Arbeitt verður vanliga í bólkum og endar tað við eini frágreiðing, ið svarar til tvær vanligar starvsstovufrágreiðingar, ella til eitt evni í tí nágreiniliga lisna tilfarinum, í vavi umleið 30-40 síður.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman.

9.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað nágreiniliga lisna tilfarið svarandi til 160-200 síður umframt tað royndararbeiðið, ið hoyrir við. Valfría verkætlanin er partur av próvtøkupensum.

9.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum eitt nágreiniliga lisið tilfar svarandi til umleið 240 síður umframt tað royndararbeiði, ið hoyrir til møguliga frá einum starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35. Valfría verkætlanin er partur av próvtøkupensum.

9.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, yvirlit og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum og próvtøkuuppgevingar. Harumframt egnar uppskriftir og royndarfrágreiðingar, umframt lummaroknari og fremmandaorðabók.

9.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning. Próvtøkuspurningurin skal vanliga hava neyvari undirspurningar umframt kend og ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Royndararbeiðið og valfría verkætlanin skulu við hóskandi tyngd vera partur av próvtøkuspurningunum.

10. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Hástig

Endamál

11. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa djúpari innlit í og eina samanhangandi fatan av lívfrøðiligum hugsanarhátti og háttalagi, eins og teir ogna sær hollan kunnleika um lívfrøðilig høvuðsøki,

b)

at næmingarnir fáa hegni at gera nágreiniligar lýsingar og greiningar av lívfrøðiligum skipanum við støði í royndum,

c)

at næmingarnir læra sjálvstøðugt at orða og loysa lívfrøðiligar trupulleikar við náttúruvísindaligum háttaløgum til hjálpar,

d)

at næmingarnir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta um møguleikarnar og avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini fyri náttúruna, samfelagið og einstaklingin, og

e)

at næmingarnir læra at nýta vitan sína og háttalagskunnleika sín til at taka støðu til egnar og samfelagsligar trupulleikar við lívfrøðiligum innihaldi.

Undirvísingin

12.1 Undirvísingin byggir á eitt lívfrøðiligt støði svarandi til kravd stig og skiftir millum evnisarbeiði og skeiðvirksemi. Valið av evnum skal samlað tryggja eina lýsing av hesum økjum:

a)

Lívfrøði sum vísind.

b)

Lívfrøðiligari framleiðslu og lívfrøðitøknifrøði.

c)

Heilsu og sjúku.

d)

Náttúru og umhvørvi.

12.2 Virksemi uttan fyri skúlan er ein náttúrligur partur av undirvísingini.

12.3 Teld er partur av undirvísingini, t.d. tá ið nýtt verða amboðsforrit, samlátforrit, dátugrunnar, umframt í royndararbeiðinum.

12.4 Lærugreinin verður skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir eru partar av undirvísingini. Ástøðiliga arbeiðið og royndararbeiðið verða løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir stigvíst læra sjálvstøðugt at leggja til rættis og gera kanningar og royndir.

12.5 Í sambandi við royndararbeiðið skulu næmingarnir venjast í at meta um møgulig vandamál og duga at seta í verk neyðug trygdartiltøk, tá ið arbeitt verður við ymsum tólum, evnafrøðiligum evnum og lívfrøðiligum evnum.

12.6 Næmingarnir verða vandir at meta um arbeiðshættir og royndarúrslit.

12.7 Í sambandi við undirvísingina læra næmingarnir at formiðla lívfrøðiliga vitan og fatan. Arbeitt verður við at formiðla lærugreinina munnliga og skrivliga, millum annað við at loysa skrivligar uppgávur av bæði kvalitativum og kvantitativum sniði og við at skriva royndarfrágreiðingar. Aðrir miðlahættir kunnu eisini verða nýttir. Gjørdar verða 17 starvs-stovufrágreiðingar, umleið 3-8 síður hvør (skjøl ikki íroknað), ella 15 starvsstovufrágreiðingar umframt 1 projektfrágreiðing, sum í vavi svarar til 2 starvsstovufrágreiðingar. Harumframt verður arbeitt við skrivligum uppgávum, sum í vavi svara til 10 studentspróvtøkusett. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til starvsstovufrágreiðingarnar og uppgávurnar.

12.8 Næmingarnir gera royndir í umleið 60 pultstímar.

Innihaldið í undirvísingini

13. Undirvísingin fevnir um:

1)

Arvalæru og evolutión

 

Undirvísingin skal tryggja, at næmingurin verður settur væl og virðiliga og breitt inn í arva-frøðiligt ástøði og háttalag, íroknað arvalæru menniskjans, stovnsarvalæru, evolutiónsástøði og nýtslu av arvalæru í gransking og framleiðslu. Við í undirvísingini er mýla- og kyknugrundarlag arvalærunnar. Harumframat verða kyknudifferentiering og fosturmenning, arvamynstur, samspælið millum arv og umhvørvi, mutatiónir, selektión, góðsking og gentøkni viðgjørt.

2)

Lívvirkisfrøði

 

Lívvirkisfrøði menniskjans verður lýst gjølla, og dømi verða givin um lívvirkisfrøðilig viðurskifti hjá plantum og dýrum. Undirvísingin leggur dent á at vísa á bygnaðar- og virknaðarsambond, og hvussu javnvágin og samspælið millum einstakling og umhvørvið verða hildin uppi. Mýla- og kyknulívfrøðiliga og vevnaðarlívfrøðiliga grundarlagið fyri lívvirkisfrøðiligum tilgongdum verða tikin við í undirvísingarevnini og skeiðsgongdina. Í sambandi við lívvirkisfrøði menniskjans verða vandamálsstøður við tilknýti til heilsufremjan, sjúkuatvold, fyribyrging og viðgerð viðgjørd, umframt nýtsluna av læknafrøðiligari tøknifrøði. Í undirvísingini verða gjølla lýstar og viðgjørdar hesar tilgongdir: Evnaupptøka, evnaflutningur, evna- og orkuskifti, evnaútlát, rørsla umframt lívfrøðilig javning í tilknýti til hormonir, nervaskipan og órinsskipan.

3)

Vistfrøði

 

Vistfrøðiligar vandamálsstøður verða gjølla viðgjørdar innan hesi lutarøki: Lívfrøðilig framleiðsla, tilfeingisnýtsla, umhvørvisdálking og náttúruumsiting. Evnini skulu í eini heild tryggja innlit í vistfrøðilig ástøði, háttaløg og fyrimyndir. Harumframt eru við dømi um, hvussu dýr og plantur laga seg eftir umhvørvinum. Í undirvísingini verður gjølla lýst og viðgjørt brutto- og nettoframleiðsla, evnaringrásir og orkuskifti, umhvørviseiturfrøði, stovnslívfrøði, atferðarlívfrøði umframt menning og berievni hjá vistskipanum.

4)

Lívevnafrøði og lívalisfrøði

 

Lívevnafrøði og lívalisfrøði verða tikin við sum fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evninum og skeiðgongdunum. Í undirvísingini verður viðgjørdur bygnaður og virki hjá kolhydratum, fitievnum, proteinum og kjarnusýrum. Harumframt verður tikið við kveikavirksemi, mýlskar flutningstilgongdir, kemosyntesa, fotosyntesa, proteinsyntesa, tann intermediera evnabroytingin umframt lívevnafrøðiligir greiningarhættir.

5)

Smáverulívfrøði

 

Smáverulívfrøði verður tikið við sum fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og skeiðgongdunum. Í undirvísingina verður tikið við smáverur sum sjúkuelvarar, virki smáverurnar í teimum vistfrøðiligu skipanunum, smáverulívfrøðiligir arbeiðshættir umframt nýtsla av smáverum í gransking og framleiðslu.

6)

Valfrí verkætlan

 

Næmingarnir velja eina verkætlan, sum teir arbeiða við í einum tíðarskeiði, ið svarar til umleið 30 pultstímar. Arbeitt verður vanliga í bólkum og endar tað við eini frágreiðing, ið svarar til tvær vanligar starvsstovufrágreiðingar, ella til eitt evni í tí nágreiniliga lisna tilfarinum, í vavi umleið 30-40 síður.

Høvuðsuppgávan

14.1 Økið skal lýsast við hjálp av lívfrøðiligum ástøði og háttaløgum.

14.2 Lærararin orðar uppgávuna á ein slíkan hátt, at krøv verða sett á ymiskum støði (t.d. at lýsa, greina, meta um, taka saman um). Uppgávan verður svarað samsvarandi vanligum meginreglum fyri formiðling innan náttúruvisindaliga lívfrøði.

Próvtøkan

15. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

16.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

16.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum umleið helvtina av tí nágreiniliga lisna tilfarinum svarandi til 300 - 350 síður umframt tað royndararbeiði, ið hoyrir til. Valfría verkætlanin er partur av próvtøkupensum. Í pensumuppgevingunum til munnligu próvtøkuna skulu í minsta lagi vera 100 síður frá tí parti av tí nágreiniliga lisna tilfarinum, ið ikki er partur av próvtøkupensum til skrivligu próvtøkuna.

16.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum eitt nágreiniliga lisið tilfar svarandi til 600-700 síður umframt tað royndararbeiði, ið hoyrir við, møguliga frá einum starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35. Valfría verkætlanin er partur av próvtøkupensum.

16.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, yvirlit og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum og próvtøkuuppgevingar. Harumframt egnar royndarfrágreiðingar, skrivligar uppgávur, egnar uppskriftir og royndardagbøkur, umframt lummaroknari, fremmandaorðabók og donsk-føroysk orðabók.

16.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning. Próvtøkuspurningurin skal vanliga hava neyvari undirspurningar umframt kend og ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Royndararbeiðið og valfría verkætlanin skulu við hóskandi tyngd verða partur av próvtøkuspurninginum.

17. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

18.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 5 tímar, fáa próvtakararnir útflýggjað 2 stórar uppgávur, har onnur skal svarast, umframt 4-5 smærri uppgávur, har 2-3 skulu svarast.

18.2 Pensumuppgevingarnar til skrivligu próvtøkuna eru:

1)

Arvalæra og evolutiónslæra: Arvalæra menniskjans, nýtsla av arvalæru í gransking og framleiðslu, arvalærunnar mýla- og kyknugrundarlag, arvamynstur, mutatiónir umframt gentøknifrøði.

2)

Lívvirkisfrøði: Evna- og orkuskifti, rørsla umframt lívfrøðilig sjálvjavning í sambandi við hormonir, nervaskipan og órinskipan.

3)

Vistfrøði: Brutto- og nettoframleiðsla, evnaringrásir (bara C, N og P) og orkuskifti, økotoksikologi umframt stigvísa broytingin og berievnið hjá vistskipanini.

4)

Lívevnafrøði og lívalisfrøði: Kolhydratir, proteinir, kjarnusýrur, kveikar, flutningstilgongdir á mýlstøði, proteinsyntesa, kemosyntesa, intermediera evnabroytingin (bert kolhydratir) og lívevnafrøðilig greiningarháttaløg.

5)

Smáverulívfrøði: Smáverur sum sjúkuelvarar, leikluturin hjá smáverum fyri vistskipanina (smb. skrivliga pensum undir punktinum vistfrøði), smáverulívfrøðilig arbeiðsháttaløg umframt nýtsla av smáverum í gransking og framleiðslu.

Lívfrøðilgu evnini, sum eru nevnd her, skulu síggjast í mun til lýsingina av innihaldinum í undirvísingini annars, og gingið verður út frá einum grundleggjandi kunnleika til teir partar av tí nágreiniliga lisna tilfarinum, sum ikki er partur av próvtøkupensum.

18.3 2) (Strikað).

19. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost