pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 20

Juli 1995

Studentaskúlakunngerðin

Religión

Endamálið

1. Endamálið er at lýsa religiónir í fortíð og nútíð. Undirvísingin miðar ímóti, at næmingarnir

a)

fáa kunnleika um kristindóm, aðrar religiónir, religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í fortíð og nútíð í sambandi við verðsliggeringina

b)

fáa førleika at greina og tulka dokumentariskt tilfar av ymsum slagi, sum lýsir hugmyndir og fyribrigdi í religiónum og lívsfatanum, og

c)

menna fjølbroytt og umhugsað innlit í, hvønn týdning, religión og lívsfatan hava í mentan og søgu.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fevnir um hesi religiónsvísindaligu øki:

1)

Religión hjá náttúrufólki, har dentur verður lagdur á at lysa eitt ávíst fólk ella ein ávísan ættarbólk (15-20%).

2)

Kristindóm (30-35%).

3)

Eina av hesum religiónum: jødadóm, islam, hinduismu, buddhismu, kinesiska ella japanska religión (20-25%).

4)

Religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í nútíðini (15-20%).

2.2 Evnislestur

Í mesta lagi 20 prosent av samlaðu undirvísingartíðini kann nýtast til sjálvvald evni innan eitt ella fleiri øki undir 2.1.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Í undirvísingini verða átrúnaðarlig, heimspekilig og siðmenningarlig fyribrigdi og hugtøk viðgjørd, sum lýsa heimssýni, gudssýni, náttúrusýni, samfelagssýni og menniskjasýni. Sambandið millum átrúnað og mentan verður lýst, og víst verður á tann týdning, átrúnaður og lívsfatan hava politiskt, samfelagsliga og sálarliga.

3.2 Hvør einstøk undirvísingargongd skal lýsa átrúnað og lívsfatan bæði í fortíð og nútíð. Undirvísingartilfarið skal fevna bæði um klassiskar og nýggjari tekstir. Myndir, filmir, sjónbond og annað hóskandi tilfar kann eisini nýtast.

3.3 Teld kann takast við í undirvísingini, um hetta hevur fakligar og pedagogiskar fyrimunir.

3.4 100 - 150 síður av tekstum verða lisnar. Bakgrundstilfar verður eisini lisið í tann mun, tað er neyðugt. Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 25 síður.

3.5 Um audiovisuelt tilfar er við í próvtøkupensum, skulu næmingarnir hava atgongd at síggja hetta tilfar í próvtøkuskeiðinum og í fyrireikingartíðini til próvtøkuna, og møguleiki skal vera fyri at síggja brot burturúr tí við próvhoyringina.

Próvtøkan

4.1 3) Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna lesipensum, neyðuga bakgrundstilfarið og møguligt audiovisuelt tilfar.

4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 150 síður av tekstum, íroknað audiovisuelt tilfar og í minsta lagi 200 síður av bakgrundstilfari. Tekstirnir verða býttir millum økini samsvarandi 2.1, tó í minsta lagi 20 síður av teksti í hvørjum øki.

4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru tekstsøvn, lærubøkur og annað tilfar, ið nevnt er í lesipensum og egnar uppskriftir, umframt orðabøkur og handbøkur. Undir próvhoyringini er próvtakaranum loyvt at nýta egnar uppskriftir, hann hevur skrivað í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.5 Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum teksti, møguliga saman við øðrum tilfari. Ólisni teksturin má í mesta lagi vera 2 normalsíður. Próvtøkuspurningarnir skulu tilsamans fevna um øll tey lisnu økini, umboða ymisk tekstasløg og býtast soleiðis, at øll 4 økini eru lutfalsliga eins væl umboðað. Tekstirnir skulu veljast soleiðis, at samsvarandi tekstir eru í lisna tilfarinum. Velur próvhoyrarin at gera vegleiðandi spurningar til ólisnu tekstirnar, skulu spurningar gerast til allar próvtøkustekstir. Ókend orð og nøvn skulu um neyðugt lýsast. Kelduávísing, herundir tittul, rithøvundur, árstal, sum setir tilfarið inn í ein samanhang, skal standa á próvtøkutekstinum.

4.6 Próvhoyringin skal vísa evni próvtakarans at greina, tulka og lýsa tekstin samsvarandi tí innliti, undirvísingin hevur lagt støði undir.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost