Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal
22 1)
Mars 2002
Sálarfrøði
Endamál
1. Endamálið er:
|
a) |
at savna og skipa vitan um
hugsan, kenslur og atferð menniskjans. |
|
b) |
at skilja sálarligu menningina
út frá ymiskum ástøðum og kanningarháttum við at lýsa ymiskar og broyttar
menningarumstøður, ið geva eina fjøltáttaða fatan av menningarorsøkum, og |
|
c) |
at nýta sálarfrøðiligu ástøðina
til at skilja nútíðarmenniskjað. |
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin
byggir á sálarfrøðina sum kunnleikalærugrein, ið er vísindaliga undirbygd. Í
sálarfrøðini fæst størri innlit í, hvussu fjøltáttað menninskjað er, og hvussu
normalitetshugtakið verður fatað, og gjøgnum arbeiðið við ymiskum sálarfrøðiligum
ástøðum fáa næmingarnir royndir í, hvat tey ymisku ástøðini kunnu greina, og
hvør menniskjafatan liggur aftanfyri.
2.2 Við fjølbroyttum
úrvali av tilfari, ástøðum og háttaløgum er málið við undirvísingini, at
næmingarnir
|
a) |
fáa sær vitan um sálarligu
menning menniskjans, m.a. verða samleiki, tilvitan og atferð viðgjørd, |
|
b) |
fáa kunnleika um munir og
broytingar í menningini og vera førir fyri at seta hetta inn í størri høpi
bæði søguliga og mentanarliga, |
|
c) |
fáa kunnleika um høvuðsmunir
millum sálarfrøðiligar ástøðisskipanir, háttaløg og menniskjaáskoðanir og
duga at nýta henda kunnleika, |
|
d) |
menna evni síni at lýsa, greina
og meta um sálarfrøðilig greiðsluevni og at nýta tey sálarfrøðiligu
hugtøkini, |
|
e) |
læra at seta sálarfrøðiliga
vitan í samband við dagligu tilveruna. |
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin
fevnir um kravdu økini menningarsálarfrøði, samspælssálarfrøði og
ymiskleikasálarfrøði Hon skal eisini fevna um m.a. ástøði, sum taka støði í
psykodynamiskari og kognitivari sálarfrøði. Samspælssálarfrøðiligar tilgongdir
verða tiknar við.
Undirvísingin kann skipast í evni, so at ymisk evni kunnu
lýsast úr fleiri sjónarhornum.
Undirvísingin gevur breiða ástøðiliga vitan um sálarligu
menning menniskjans. Dentur verður lagdur á eitt lívsskeið.
Undirvísingin skal viðgera ymisk sløg av samspæli og
týdningin av tilætlaðum og ótilætlaðum tilgongdum, t.d. í familjuni og á
arbeiðsplássinum.
Undirvísingin skal viðgera, á hvønn hátt sálarfrøði lýsir,
hvussu ymiskt menniskju búnast/mennast, og hvussu menningin hjá tí einstaka
menniskjanum broytist. M.a. skal týdningurin av sambandinum millum persónligan
og mentanarligan samleika og millum knappligar kreppur og persónliga menning
viðgerast.
3.2 Lisnar verða einar
275-325 síður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka.
5.1 Til munnligu
próvtøkuna er fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
5.2 Próvtøkupensum
fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 225-250 síður av
lisna pensuminum.
5.3 Fyri sjálvlesandi
og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensumið
tað sama sum lesipensum.
5.4 Próvtøkuspurningar
verða settir í tilknýti til útflýggjaða tilfarið, sum ikki hevur verið nýtt í
undirvísingini, men sum tó er um somu evni. Fylgiskjøl skulu hava kelduávísing.
Einstøku próvtøkuspurningarnir skulu hava í sær undirspurningar, til tess at
próvtakarin fær høvi at sýna hegni sítt á ymsum stigum.
5.5 Í dømingini verður
dentur lagdur á, hvussu próvtakarin í eini fakligari samrøðu megnar
|
a) |
at greiða frá sálarfrøðiligum
spurningum, |
|
b) |
at bera fram sína vitan og
hugsanarhátt við sálarfrøðiligum hugtøkum, |
|
c) |
at greina spurningarnar við
sálarfrøðiligum ástøði og háttalag, |
|
d) |
at samanbera og skifta orð um
sálarfrøðilig ástøði, sum hava tilknýti til útflýggjaða spurningin, og |
|
e) |
at seta spurningin inn í eitt
størri høpi. |
6. Givið verður 1
próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost