Fylgiskjal 23
Juli 1996
Studentaskúlakunngerðin
Samfelagsfrøði
1.1 Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa innlit í
grundleggjandi samfelagsligar samanhangir og í, hvussu avgerðir verða
myndaðar, soleiðis at næmingarnir ogna sær vitan um, hvussu samfelagið
ávirkar korini hjá tí einstaka at liva og virka undir, |
|
b) |
at næmingarnir verða førir fyri
at knýta samband millum samfelagsfrøðisligt medvit og gerandisdagin, sum teir
kenna hann, |
|
c) |
at næmingarnir skilja og duga at
taka støðu til dagliga tjakið um samfelagsviðurskifti, |
|
d) |
at næmingarnir gerast førir fyri
at avdúka fyritreytir undir sjónarmiðum og átøkum, og at teir gerast førir
fyri at greiða frá, hvørjar virðisfatanir, sjónarmið og átøk eru grundað á, |
|
e) |
at næmingarnir
fáa kunnleika til samfelagsfrøðilig ástøði og háttaløg. |
1.2 Undirvísingin skal
skunda undir, at næmingarnir gerast meiri áhugaðir í samfelagsligum spurningum
og í at mynda samfelagið, og geva teimum fortreytir at taka støðu.
2.1 Undirvísingin skal
fevna um 2-4 temu og eina verkætlan, soleiðis at kravdu høvuðsøkini verða
viðgjørd og fakliga dygdin verður tryggjað við, at tað verður farið gjølla um.
2.2 Undirvísingin skal
í mestan mun snúgva seg um føroysk samfelagsviðurskifti, men tað ber eisini til
at taka altjóða viðurskifti til viðgerðar.
2.3 Í undirvísingini
skulu dagsins mál eiga innivist, og hyggjast skal út um vanligu
undirvísingarkarmarnar. Í undirvísingini skulu eisini nýtast
undirvísingarhættir, ið royna nýggjar leiðir.
2.4 Undirvísingin skal
fevna víða, tá tað snýr seg um val av tilfari, háttaløgum og ástøði.
Undirvísingin skal hanga saman og hava framtøku í sær.
3.1 Kravdu økini eru
hesi:
|
1) |
Sosiologi og sosialsálarfrøði |
|
|
|
a) |
Sosialisatión, og hvussu meiningar
verða myndaðar |
|
|
- |
ávirkan og innlæring av virðum,
rollum og normum, |
|
|
b) |
Kommunikatión, og hvussu
meiningar verða myndaðar |
|
|
c) |
Samfelagslig menning, og hvussu
hon ávirkar |
|
|
- |
livikorini |
|
|
- |
sosialkarakterin |
|
|
- |
mentanina |
|
2) |
Búskapur |
|
|
|
Býtið av búskaparligum virðum og
møguleikar at ávirka og broyta býtið |
|
|
|
- |
innlit í lutin hjá tí almenna
sum búskaparligur umbýtari |
|
|
- |
dømi um
møguleikar at ávirka og broyta búskaparligar gongdir. |
|
3) |
Politikkur |
|
|
|
Mannagongdin, tá politiskar
avgerðir verða tiknar, og hvørjar treytirnar eru, tá tað snýr seg um
politiska ávirkan: |
|
|
|
- |
politiskur atburður og hugburður |
|
|
- |
flokkar og
hugsjónir. |
|
|
- |
stýrisskipanir |
|
4) |
Verkætlan |
|
|
|
Verkætlanin skal veljast í
samráð millum lærara og næmingar. Evnið kann veljast bæði innanfyri ella
uttanfyri omanfyri kravdu økini (sí nr. 1, 2 og 3). Verkætlanin fevnir um
20-30 pultstímar, og ein næmingauppgáva skal spyrjast burturúr. |
|
3.2 Samfelagsvísindaligir
teknikkir, háttaløg og ástøði skulu vera partur av undirvísingini og skulu fevna
um:
|
a) |
Greining av teksti og taltilfari
v.m. |
|
b) |
Ástøði úr øllum kravdum økjum. |
|
c) |
Munnliga framløgu. |
4.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 225 síður lisið tilfar til
próvtøkuna. Í minsta lagi 75 síður skulu vera annað tilfar enn úr lærubókunum.
Uppgivna tilfarið verður skipað eftir tema, soleiðis at øll tey 4 kravdu
høvuðsøkini eru nøkulunda javnt umboðað. Í minsta lagið ein næmingauppgáva skal
vera partur av uppgevingunum í sambandi við verkætlanina.
4.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp umleið 300
síður lisið tilfar til próvtøkuna.
4.4 Hesir
hjálparmiðlar eru loyvdir próvtakaranum at nýta:
|
1) |
Í fyrireikingartíðini: Tilfar,
sum hoyrir til próvtøkuspurningin, og tilfar, sum er nýtt í undirvísingini,
umframt lærubøkur og egnar uppskriftir. |
|
2) |
Til próvhoyringina: Uppskriftir,
sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og tilfar, sum hoyrir til
próvtøkuspurningin. |
4.5 Próvtøkuspurningarnir
verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, ið ikki er brúkt í undirvísingini.
Tað útflýggjaða tilfarið skal vera átøkt tí tilfarinum, sum er brúkt í
undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spurning, sum er býttur sundur í
stigvíst torførari undirspurningar.
5. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið.
6.1 Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa innlit í
týdningarmikil sosial, búskaparlig og politisk viðurskifti, og á tann hátt
fáa styrkt fatanina av, hvussu samfelagið hongur saman, og hvørji árin
samfelagsligu korini hava fyri møguleikarnar hjá tí einstaka at liva og
virka, |
|
b) |
at næmingarnir ogna sær vitan um
viðurskifti, sum eru av stórum týdningi fyri samfelagsgongdina og
samfelagsmenningina, |
|
c) |
at næmingarnir læra at nýta
samfelagslig ástøði og háttaløg, |
|
d) |
at næmingarnir gerast førir fyri
at avdúka fyritreytir undir sjónarmiðum og átøkum, og at teir gerast førir
fyri at greiða frá, hvørjar virðisfatanir, sjónarmið og átøk eru grundað á, |
|
e) |
at næmingarnir gerast førir fyri
sjálvstøðugt at leita eftir og viðgera samfelagsligt tilfar, og |
|
f) |
at næmingarnir fáa førleika í
neyvari og skipaðari eygleiðing, og evnini verða ment at orða
samfelagsfakligar trupulleikaorðingar. |
6.2 Undirvísingin skal
skunda undir, at næmingarnir gerast áhugaðir í at skifta orð um samfelagsligar
spurningar og í at mynda samfelagið, og hon skal geva teimum fortreytir at taka
støðu.
7.1 Undirvísingin skal
vera samanhangandi, og trygd skal vera fyri, at talan er um fakliga breidd,
samstundis sum framtøka er bæði árini.
7.2 Viðhvørt skal
undirvísingin skipast soleiðis, at arbeitt verður upp á tvørs av teimum kravdu
høvuðsøkjunum. Spurningar, sum eru frammi - bæði innanlands og í altjóða høpi -
skulu viðgerast. Undirvísingarhátturin skal stundum vera øðrvísi enn í
gerandisdegnum, og arbeiðast skal við eygunum vendum út um vanliga
undirvísingarumhvørvið.
7.3 Undirvísingin skal
vera fjølbroytt, tá ið tað snýr seg um val av tilfari, háttaløgum og ástøði.
8.1 Kravdu økini, eru
hesi:
|
1) |
Sosiologi og sosialsálarfrøði |
|
|
|
a) |
Sosialisatión, og hvussu
meiningar verða myndaðar, |
|
|
- |
ávirkan og innlæring av virðum,
rollum og normum, |
|
|
b) |
Kommunikatión, og hvussu
meiningar verða myndaðar |
|
|
c) |
Samfelagslig menning, og hvussu
hon ávirkar |
|
|
- |
livikorini |
|
|
- |
sosialkarakterin |
|
|
- |
mentanina |
|
2) |
Búskapur |
|
|
|
a) |
Arbeiðsmarknaður og vinnumenning
í Føroyum, |
|
|
- |
samstarv og
trætur á arbeiðsmarknaðinum. |
|
|
- |
menningin í
vinnubygnaðinum og tøknifrøðini. |
|
|
b) |
Føroyski búskapurin |
|
|
- |
samfelagsbúskaparligir
samanhangir og javnvágstrupulleikar, |
|
|
- |
samanspælið millum tað almenna
og tað privata |
|
|
- |
búskaparpolitikkir, |
|
|
- |
serliga støða Føroya í danska
ríkinum |
|
|
- |
viðurskifti Føroya mótvegis
teimum, sum hava týdningarmiklan leiklut í altjóðabúskapinum. |
|
|
c) |
Búskaparlig ástøði |
|
|
- |
búskaparligir skúlar |
|
|
- |
samanspælið millum politiskar
hugsjónir og slag av búskapi |
|
|
- |
samanspælið millum politiska
veruleikan, búskaparpolitikk og búskaparstrategi |
|
3) |
Politikkur |
|
|
|
a) |
Politiska skipanin í Føroyum, |
|
|
- |
politiski bygnaðurin, herundir
støða Føroya í danska ríkinum |
|
|
- |
hvussu mannagongdin er, og
hvussu áhugabólkar gera sína ávirkan galdandi, tá politiskar avgerðir verða
tiknar, bæði í innanlands- og altjóðaspurningum. |
|
|
b) |
Politiskar hugsjónir og
fólkaræðisfatanir, |
|
|
- |
samstarvs- og ósemjueyðkenni í
føroyskum politikki, |
|
|
- |
hvussu
fólkaræðið verður fatað av teimum ymisku politisku hugsjónunum. |
|
4) |
Altjóða politikkur |
|
|
|
a) |
Serliga støðan hjá Føroyum, tá
tað ræður um uttanríkispolitisk viðurskifti, |
|
|
- |
korini, sum gera av, undir
hvørjum treytum leikluturin hjá Føroyum í altjóða høpi verður myndaður. |
|
|
b) |
Samstarv og træta í europeiskum
og altjóða høpi, |
|
|
- |
europeiskir og altjóða
menningar- og býtistrupulleikar, |
|
|
- |
vald og trygd
í europeiskum og altjóða høpi. |
|
5) |
Verkætlan |
|
|
|
Evnið og arbeiðshátturin verða
avrádd av næmingum og lærara í felag. Arbeitt verður við einum felags evni.
Økið kann veljast bæði innanfyri og uttanfyri tey kravdu fakøkini (sí nr. 1,
2, 3 og 4). Úrslitið av arbeiðinum skal vera ein uppgáva, sum í vavi skal
vera avmarkað til arbeiðsbyrðuna av einari próvtøkuuppgávu. |
|
8.2 Samfelagsvísindaligir
teknikkir, háttaløg og ástøði skulu vera partur av undirvísingini og skulu
fevna um:
|
a) |
Greining av teksti og taltilfari
v.m. |
|
b) |
Kunnleika til innsavnan og
viðgerð av kvalitativum og kvantitativum upplýsingum. |
|
c) |
Ástøði |
|
d) |
Munnliga framløgu |
|
e) |
Skrivliga framløgu. Til samans
skulu í 2.s latast uppgávur inn, sum í vavi svara til 6
studentspróvtøkuuppgávur, og í 3.s til 8 studentspróvtøkuuppgávur. Harumframt
skal hvør næmingur í 3.s lata inn eina næmingauppgávu, sum í vavi svarar til
eina studentspróvtøkuuppgávu. Umleið helmingurin av skrivliga arbeiðinum kann
verða nýtt til minni uppgávur enn heilar studentspróvtøkuuppgávur og til
uppgávur, sum næmingarnir sjálvir hava gjørt. |
9. Hildin verður ein
munnlig og skrivlig próvtøka.
10.1 Til munnligu
próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
10.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 500 síður lisið tilfar til
próvtøkuna. Í minsta lagi 100 síður skulu vera annað tilfar enn úr lærubókunum,
og skulu øll 5 kravdu økini vera umboðað. Í minsta lagi ein næmingauppgáva skal
vera millum tilfarið, sum verður givið upp í sambandi við verkætlanina.
10.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 800 síður lisið
tilfar til próvtøkuna.
10.4 2) (Strikað).
10.5 Próvtøkuspurningarnir
verða settir við støði í tilfarinum, sum fylgir við spurninginum. Tilfarið má
ikki hava verið nýtt í undirvísingini. Tilfarið skal vera átøkt tí tilfari, sum
er nýtt í undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spurning, sum er býttur
sundur í stigvíst torførari undirspurningar.
11. Givið verður 1
próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
12.1 Til skrivligu
próvtøkuna, ið er 5 tímar, fær próvtakarin eitt uppgávurað. Uppgávurnar eru
soleiðis orðaðar, at próvtakarin við støði í tilfarinum kann svara uppgávunum.
Nakrar av uppgávunum kunnu vera valuppgávur.
12.2 Kunnleiki til
kravdu økini er ein fortreyt fyri, at próvtakarin kann svara uppgávunum.
12.3 Hesir
hjálparmiðlar eru loyvdir próvtakaranum at nýta: góðkendur lummaroknari,
millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír. Árbók fyri Føroyar, Føroysk-donsk
og Donsk-føroysk orðabók.
13. Givið verður 1
próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost