pics/top_stor2.png

Studentaskúlakunngerðin

Fylgiskjal 26 1)

Mai 2002

Søga við samfelagskunnleika

A-stig

Endamál

1. Endamálið er:

a)

at geva næmingunum bæði holla søguliga tilvitan og samstundis miða eftir, at teir verða førir fyri at ímynda sær søgugongdina, og við tilfari og undirvísing at miða eftir at styrkja samleikan hjá næmingunum við at geva teimum hollan kunnleika um mentanarbakgrund sína, og soleiðis gera teir førar fyri at gera grein á samfelagsviðurskiftum og at meta um møguleikar sínar at ávirka samfelagsgongdina,

b)

at næmingarnir fáa yvirlit yvir søguligu gongdina, fáa innlit í viðurskifti í ymsum samfeløgum og mentanarøkjum og fata søgulig sambond og samspælið millum einstakling og samfelag,

c)

at næmingarnir fáa kunnleika um ymsar áskoðanir viðvíkjandi søgugongdini og duga at arbeiða við ymsum søguligum spurningum og fjølbroyttum søguligum tilfari og duga at meta um søguskriving, og hvussu søgan verður nýtt, og

d)

at næmingarnir fáa innlit í viðurskifti, ið eru týdningarmikil í nútíðar samfelagslívi við høvuðsdenti á tað føroyska samfelagið og sostatt verða førir fyri at arbeiða við samfelagsfakligum tilfari.

Undirvísingin

2. Undirvísingartíðin verður býtt sundur soleiðis, at 80% av tíðini verður nýtt til søguundirvísing og 20% til samfelagskunnleika.

Innihaldið í undirvísingini

Søga

3.1 Heimssøgan verður lisin í stórum brotum við serligum denti á søgu Evropa. Søgugongdin eftir 1945 verður viðgjørd væl og virðiliga og sæð í alheimshøpi.

3.2 Føroya søga fyri 1945 verður viðgjørd. Føroysk samtíðarsøga eftir 1945 verður lisin soleiðis, at næmingarnir eisini lesa um og skilja søguligu fortreytirnar fyri føroyska nútíðarsamfelagnum.

3.3 Tilfarið verður valt á tann hátt, at føroyska og evropeiska mentanarbakgrundin verður viðgjørd soleiðis, at samspælið millum einstaka menniskjað og samfelagið verður lýst.

3.4 Søguliga gongdin skal verða lisin soleiðis, at hesir niðanfyri nevndu tættir og sínámillum samanhangur teirra eru partar í arbeiðinum:

a)

politisk viðurskifti og altjóða viðurskifti,

b)

framleiðsla og búskapur,

c)

lívskor, familjuviðurskifti og sosialar bólkingar, og

d)

tilverutulkingar og sýningarhættir teirra

Í sambandi við arbeiðið við omanfyri nevndu táttum skulu ymisku lívskorini hjá mannfólki og konufólki verða lýst.

3.5 Tíðin, ið verður nýtt til søguundirvísingina verður býtt sundur í tríggjar javnstórar partar. Tíðartættirnir eru hesir:

1)

tíðin til umleið 1750

2)

tíðin frá umleið 1750 til umleið 1945

3)

tíðin eftir 1945

3.6 Stutt-/langætlanirnar skulu vera lagdar soleiðis til rættis, at høvuðsdenturin í summum førum verður lagdur á yvirlit og samanhang, og í øðrum førum á djúptøkna lýsing av avmarkaðum tíðarskeiðum. Í báðum førum skulu ymisk sløg av tilfari - eisini ikki-skrivligt - verða nýtt.

3.7 Í øllum trimum tíðartáttunum sær skulu í minsta lagi vera tvær langætlanir, ið hvør teirra fevnir um einar 15 - 30 tímar, sum snúgva seg um avmarkað øki. Tað ber til at leggja slík øki soleiðis til rættis, at tey røkka tvørtur um tilskilaðu tíðarmørkini. Millum hesi tíðaravmarkaðu økini skal føroysk, evropeisk og ikki-evropeisk søga vera umboðað.

Søguuppgávan

4.1 Sum partur av undirvísingini í øðrum studentaskúlaflokki skulu næmingarnir fyri 15. desember skriva eina uppgávu, søguuppgávuna, í teimum avmarkaðu økjunum, sum eru lisin. Uppgávan kann fevna um samfelagsfakligt tilfar, um so er, at tað hevur verið samantvinnaður táttur í avmarkaðum øki. Næmingarnir velja evni í samráð við læraran, sum gevur teimum vegleiðing, meðan uppgávan verður skrivað.

4.2 14 - 16 undirvísingartímar verða nýttir til søguuppgávuna umframt ta tíð, næmingarnir vanliga nýta heima at fyrireika tímarnar.

4.3 Næmingarnir ráða sjálvir fyri, um teir vilja skriva uppgávuna einsamallir ella gera hana sum bólkaarbeiði. Uppgáva, ið næmingur ger einsamallur, skal í mesta lagi fevna um 12 maskinskrivaðar A4 blaðsíður, sum hevur 1 1/2 regluglopp. Í tí føri, at uppgávan er latin inn sum bólkaarbeiði, skal hon vera so mikið stór, at arbeiðsbyrðan hjá hvørjum einstøkum næmingi sær er tann sama sum hjá næmingum, ið lata inn hvør sær.

Samfelagskunnleiki

5.1 Samfelagskunnleiki er partur av søguundirvísingini í 1. studentaskúlaflokki, og fevnir undirvíisngin um umleið 40 pultstímar. Undirvísingin í samfelagskunnleika skal geva næmingunum neyðugar fortreytir fyri at velja samfelagsfrøði á mið- ella hástigi.

5.2 Tey bæði økini, ið tilskilað eru niðanfyri, skulu viðgerast hvørt sær so mikið nágreiniliga, at undirvísingin fevnir um 15 - 20 tímar.

a) bygnaður og starvsháttur í føroysku politisku skipanini,

b) føroyskur búskapur og búskaparpolitikkur.

Harumframt skal eitt ella fleiri samfelagslig øki viðgerast, sum flokkurin sjálvur hevur valt.

5.3 Ymisk sløg av tilfari skulu nýtast.

5.4 Næmingarnir skulu fáa kunnleika um tey hugtøk, háttaløg, modell og ástøði, ið nýtt verða á teimum einstøku økjunum.

Próvtøkan

6.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvtakarin fær 1 spurning.

6.2 Flokkurin kann gera avtalu um, at í einum ella fleiri søguskeiðum kann tilfar leggjast fram, ið ikki hevur verið viðgjørt í undirvísingini. Í tí føri, at flokkurin velur at nýta ókent tilfar til próvtøkuna, skal tað tilfarið, ið verður framlagt, vera stutt - ikki meira enn 1 til 2 normalsíður - og tað skal hóska væl til tess at lýsa deplar (undirtættir), ið uppgivnir verða. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt tilfar, til dømis myndir. Verður ókent tilfar nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað verður nýtt í øllum próvtøkuspurningunum.

6.3 Næmingar eftir vanligum treytum geva hetta upp:

1)

Søga: Bæði tilfar úr stutt-/langætlanum skal uppgevast. Uppgevingarnar skulu í fyrra lagi fevna um tilfar, ið leggur dent á at geva næmingunum yvirlit og samanhang, og í seinna lagi á tilfar, ið miðar eftir at geva næmingunum neyva fatan av avmarkaðum øki. Í báðum førum skulu ymisk sløg at tilfari uppgevast. Tilfarið, ið verður uppgivið, skal vera tilfar, ið er fjølbroytt og í vavi svara til 300 - 400 normalsíður. Tað veldst um, hvussu torførir tekstirnir eru. Í tilfarinum, ið verður uppgivið, skal vera tilfar, ið fevnir um útleggingar, keldur og háttaløg, og skal hetta lesast væl og virðiliga. Hetta tilfar skal í minsta lagi vera 100 normalsíður. Ikki-skrivligt tilfar kann eisini uppgevast. Ikki-skrivliga tilfarið skal, um tað verður uppgivið, eftir ætli umroknast til normalsíður. Metingin skal byggja á, hvussu nógvir tímar eru nýttir til hetta tilfar. Uppgevingarnar skulu vera býttar sundur soleiðis, at til hvønn av teimum báðum fyrru tíðartáttunum,

 

a)

tíðin fyri umleið 1750, og

 

b)

tíðin umleið 1750 til umleið 1945 verður tilfar uppgivið, sum í vavi samsvarar í minsta lagi við 75 normalsíður umboðandi ymisk sløg av tilfari. Viðvíkjandi triðja tíðartátti,

 

c)

tíðin eftir umleið 1945,

 

verður givið upp í minsta lagi 125 blaðsíður. Aðramáta eru treytirnar tær somu fyri allar tríggjar tíðartættirnar. Heimssøgan og Føroya søga skulu vera umboðaðar bæði fyri og eftir 1945.

2)

Samfelagskunnleiki: Tilfar av ymiskum slag verður uppgivið, sum fevnir um í minsta lagi tvey øki. Í vavi skal tað vera 75 - 100 normalsíður. Í minsta lagi annað av samfelagsøkjunum skal uppgevast til próvtøkuna.

6.4 Aðramáta kann sigast um uppgevingarnar: Uppgevingarnar skulu savnast í øki, tíðarbil ella evni, ið eru væl greinad, og á pensumlistanum skulu tíðaravmarkingar og innihald vera tilskilað.

6.5 Um filmar ella sjónbandsupptøkur eru partur av próvtøkupensum, skulu próvtakararnir hava høvi at síggja filmin/sjónbandsupptøkurnar í próvtøkulestrartíðini og í próvtøkufyrireikingartíðini. Eisini skal bera til at síggja brot, meðan próvhoyringin fer fram.

6.6 Tilfar, ið próvtakararnir sjálvir hava fingið til vega, t.d. samrøður, ella sjálvir hava gjørt, t.d. uppgávur, ritgerðir, sjónbandsupptøkur, kann vera partur av próvtøkupensum, um góðskan verður mett at vera í lagi. Søguuppgávan kann ikki uppgevast.

6.7 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva hetta upp til próvtøkuna: Til samans verður givið upp 750 - 800 normalsíður. Av hesum skulu í minsta lagi 125 - 150 normalsíður vera í samfelagskunnleika. Hvør av teimum trimum tíðartáttunum skal vera umboðaður við í minsta lagi 150 normalsíðum. 125 - 150 normalsíður skulu fata um keldu- og útleggingartilfar, ið er gjølliga metodiskt lisið. Av hesum skulu í minsta lagi 25 normalsíður fevna um teir 3 tíðartættirnar. Ikki-skrivligt tilfar kann vera partur av pensum. Ikki-skrivliga tilfarið skal, um tað verður uppgivið, eftir ætli umroknast til normalsíðutal. Um filmar ella sjónvarpsupptøkur eru partur av próvtøkupensum, skal próvtakarin hava høvi at síggja filmin/sjónbandsupptøkuna í próvtøkufyrireikingartíðini. Eisini skal bera til at síggja brot, meðan próvhoyringin fer fram.

6.8 Loyvt er at leggja fram tilfar til próvtøkuna, ið ikki er partur av sjálvum próvtøkupensum. Hetta tilfarið skal vera stutt - í mesta lagi 1 - 2 normalsíður - og hóska væl til tess at lýsa deplar (undirtættir), ið uppgivnir verða. Ókent tilfar kann eisini vera ikki-skrivligt tilfar, t.d. myndir. Um ókent tilfar verður nýtt, er tað ikki neyðugt, at tað verður nýtt í øllum próvtøkuspurningunum. Próvtøkuspurningarnir skulu fevna um alt tilfarið, ið uppgivið verður. Har mest er uppgivið, skulu flestir spurningar vera.

6.9 Í fyrireikingartíðini kunnu próvtakararnir nýta alt tilfarið, ið hevur verið brúkt í undirvísingini, herundir eisini uppgávur, ið næmingarnir hava skrivað, og harumframt egnar uppskriftir. Undir próvhoyringini mugu próvtakararnir bert hava við sær tær uppskriftir, ið eru gjørdar í fyrireikingartíðini, umframt tilfar, ið er partur av sjálvari próvhoyringini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin sum stuðul undir framløguni brúka uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

7. Givið verður 1 próvtal. Í dømingini skal dentur verða lagdur á, hvussu próvtakarin leggur tilfarið fram, hvussu hann dugir at greina og tulka tilfarið, og hvussu hann dugir at meta um tað. Við í dømingini telur eisini, hvussu væl hann dugir at arbeiða við tí tilfari, sum er partur av próvhoyringini. Dømingin skal byggja á heildarmeting av avrikinum, bæði viðvíkjandi veikleikum og styrki.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost