Fylgiskjal 24
Juli 1996
Studentaskúlakunngerðin
Spanskt
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir verða førir fyri
at lesa og skilja eyðskildar spanskar tekstir, |
|
b) |
at næmingarnir venjast í
munnligum málfimi og fatan av talaðum sponskum, og |
|
c) |
at næmingarnir gjøgnum arbeiðið
við tekstunum ogna sær kunnleika til mentanarviðurskifti í Spania og
Latínamerika. |
2.1. Undirvísingin
verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa eina málsliga vitan og eitt
mentanarligt innlit, sum eisini í longdini kann verða teimum at gagni.
2.2. Við støði í
tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæru, soleiðis at
næmingarnir læra at skilja talað og skrivað spanskt, og soleiðis at teir fáa
málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum einføldum máli
um teir lisnu tekstirnar og evnini.
2.3. Skrivliga
arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsligt og innihaldsligt
vera eitt náttúrlig framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal
hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygnaðin í spanska málinum.
2.4. Arbeiðið við
tekstunum skal venja munnliga framsetingarevnið hjá næmingunum, soleiðis at
teir læra at greiða frá og viðgera evni, ið eru týðandi fyri spanska og
latínamerikanska metanarøkið.
2.5. Arbeiði við edv
er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um
evnið, at brúka lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka dátagrunnar og
samskifta við onnur lond um teleráðstevnu ella um elektróniskan post.
2.6 Næmingarnir fáa
undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum.
3.1 Lisnar verða í
minsta lagi 170 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av tekstum úr Spania
og Latínamerika. Tekstir, sum eru umsettir til spanskt úr staðarbundnum málum í
spanskttalandi økjum, kunnu vera partur av lesipensum.
3.2 Ein partur av
tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir
lestrarhættir. Ymisk sløg av tekstum, herundir filmar, ljóðbond og myndir skulu
nýtast.
3.3 Lesipensum kann
verða minkað, um AV-tilfar, herundir edv-tilfar, verður nýtt, soleiðis at ein
pultstími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 30
normalsíður.
3.4 Skrivliga arbeiðið
fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir
um 6 fríar uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á 0,5- 1 síðu. Tá ið skrivligu
uppgávurnar verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og
einsæris.
4.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum
teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 50 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til
próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður av lesipensum, sum
fevna um í minsta lagi 3 tekstir og temu. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má
í mesta lagi vera 25 normalsíður. Einans ótillagaðir tekstir mugu gevast upp.
Tilfar frá byrjanarbókum kann ikki vera partur av próvtøkupensum. Við tí
uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
4.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 120
normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Einans ótillagaðir
tekstir mugu gevast upp. Tilfar úr byrjanarbókum kann ikki vera partur av
próvtøkupensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40
normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
4.4 Í
fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur,
mállærur, og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini.
Herafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalistum og
viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri lisnum teksti ella úr
einum størri lisnum tema givið upp, skal allur tann lisni teksturin ella tað
lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til
fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna, kann próvtakarin undir
próvhoyringini hava tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini,
men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.
4.5 Próvhoyrt verður
fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á 1,5 normalsíðu, sum
próvdómarin hevur valt. Síðani verður próvhoyrt í einum broti úr uppgivnu
tekstunum á 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin skal hava regluteljing og skal
hava ein stuttan inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í
5 - 6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar
hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3
normalsíða av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini av tekstinum.
Restin verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið
verður lisið upp og verður brúkt sum støði undir eini samtalu á sponskum. Um
próvtakarin hevur ringan málførleika, skal tekstainnlit próvtakarans móti
próvhoyringarloki kannast á føroyskum.
4.6 Í dømingini av
málførleikanum verður størri dentur lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt
próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir. Dentur verður
eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram týdningarmiklar partar av
tekstinum. Ein møgulig dýpandi viðmerking á føroyskum verður mett eftir
innihaldinum og kann telja positivt í dømingini.
5. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini
heildarmeting.
6. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir framhaldandi
menna teirra munnliga málburð, teirra fatan av talaðum sponskum umframt
evnini at lesa og skilja spanskar tekstir. Miðað verður ímóti, at næmingarnir
menna evni teirra at málbera seg munnliga á einum flótandi og einføldum máli, |
|
b) |
at næmingarnir gerast førir fyri
at málbera seg skrivliga á sponskum á einum einføldum máli og |
|
c) |
at næmingarnir í arbeiðinum við
tekstunum dýpa teirra kunnleika til týðandi partar av søgu og mentan í Spania
og Latínamerika. |
7.1 Undirvísingin
verður løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir fáa møguleika at arbeiða við
týðandi pørtum av spanskari og latínamerikanskari mentan, bæði úr søguligum og
nútíðarligum sjónarhorni.
7.2 Næmingarnir skulu
venjast at lesa tekstir av ymsum slagi, samtíðis sum krøvini til tekstalestur,
breiða málsliga vitan og mentanarligt innlit økist so við og við.
7.3 Við støði í
tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfari og mállæru, soleiðis at
næmingarnir læra at málbera seg flótandi og nøkulunda rætt um teir lisnu
tekstirnar og evnini. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á sponskum.
7.4 Skrivligi
málburður næminganna verður so við og við mentur, soleiðis at teir læra at
málbera seg neyvt og á einum einføldum máli. Arbeitt verður miðvíst við
skrivligum uppgávum frá skúlaársbyrjan. Ein týðandi partur av skrivliga
arbeiðinum skal taka støði í teimum tekstum, sum arbeitt verður við. Í góðari
tíð skulu næmingarnir arbeiða við uppgávusløgunum, teir fáa til skrivligu
próvtøkuna.
7.5 Í arbeiðinum við
tekstunum skulu evni næminganna at málbera seg munnliga venjast, so teir læra
at greiða frá, viðgera og tulka evni, sum eru av týdningi fyri mentanarøkið hjá
tí spanska og tí latínamerikanska heiminum.
7.6 Arbeiði við edv er
partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um
evnið, at brúka lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka dátagrunnar og
samskifta við onnur lond sum teleráðstevnu ella um elektróniskan post.
7.7 Næmingarnir fáa
undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum, herundir sponsk
- sponsk orðabók og aðrar handbøkur.
8.1 Lisnar verða í
minsta lagi 150 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av ótillagaðum
tekstum úr Spania og Latínamerika. Tekstir, sum eru umsettir til spanskt frá
staðbundnum málum í spanskttalandi økjum, kunnu vera partur av lesipensum.
8.2 Ein partur av
tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir
lesihættir. Undirvísingin skal byggja á ótillagaðar tekstir, við uppískoyti av
t.d. filmum, ljóðbondum og myndum.
8.3 Lesipensum kann
verða minkað, um arbeitt verður við AV-tilfari, herundir edv-tilfar, soleiðis
at ein pultstími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi
20 normalsíður.
8.4 Skrivliga arbeiðið
fer lutvíst fram heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir
um 8 fríar uppgávur á 2-3 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar
uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og
einsæris.
9.1 Evnið á uppgávuni
og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmarnar hjá lærugreinini.
9.2
Høvuðsbókmentirnar, sum fevna um uml. 50 síður, verða lisnar á sponskum. Á
tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentirnar. Sitat verða tikin haðani og
verða skrivað á sponskum. Í arbeiðinum við økinum, sum uppgávan byggir á, kann
sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðrum málum. Verður sum ein lítil
partur mynda- og bandatilfar brúkt sum partur av høvuðsbókmentunum, skal tað
vera til taks við dømingina av svarinum. Høvuðsbókmentirnar kunnu ikki vera
partur av lesipensum hjá valbólkinum.
9.3 Uppgávan verður
vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur spanskt enn føroyskt, kann
uppgávan kortini skrivast á sponskum. Verður hon skrivað á sponskum, skal eisini
økið og uppgávuheitið orðast á sponskum. At uppgávan er skrivað á sponskum,
verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
10. Hildin verður ein
munnlig og ein skrivlig próvtøka.
11.1 Munnliga
próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti.
Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
11.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 70 normalsíður, sum fevna um í
minsta lagi 4 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum stigi kann ikki vera
partur av pensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 25
normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
11.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 140
normalsíður, sum fevna um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Tekstir lisnir á
kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella eitt tekstaúrtak
má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja
myndatilfar.
11.4 Í
fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur,
mállærur og aðrar handbøkur, sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Herafturat
koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við orðalistum og viðmerkingum,
sum hoyra til. Verður givið upp eitt úrtak av einum størri, lisnum teksti ella
úr einum størri, lisnum tema, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað
lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir við til
fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna, kann próvtakarin undir
próvhoyringini hava tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini,
men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.
11.5 Próvhoyrt verður
í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt og 0,5
normalsíðu úr lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann
skal hava ein inngang á føroyskum/donskum. Í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6
orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar orðatýðingar hava,
um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða
av ólisna tekstinum verður umsett, helst frá byrjanini í tekstinum. Restin
verður í høvuðsheitum tikið saman um á føroyskum. Tað lisna tekstabrotið verður
lisið upp og brúkt sum støði undir eini samtalu á sponskum. Í samtaluni verður
greitt frá innihaldinum í tekstinum, sum verður sett í eitt teksttematiskt,
mentanarligt ella søguligt høpi.
11.6 Í dømingini av
málførleikanum skal størri dentur verða lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt
próvtakarin málber seg, heldur enn á, um allir staklutir eru rættir. Dentur
verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga fram og greina týðandi partar
av tekstinum.
12. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
13.1 Skrivliga
próvtøkan varir 4 tímar. Próvtakararnir fáa útflýggjað ein nútíðarprosatekst á
sponskum á 1,5 - 2 normalsíður, møguliga við ískoyti av myndatilfari.
Próvtakarin skal umseta úr føroyskum/donskum til spanskt og í fríari
skrivligari frásøgn svara spurningum, ið eru knýttir at tí útflýggjaða
tekstinum.
13.2 2) (Strikað).
14. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
hesum:
|
a) |
Umseting: Dentur verður lagdur
á, at próvtakarin dugir grundleggjandi formlæru (morfologi) og setningsbygnað
(syntaks) eins og týðandi orðatilfar. |
|
b) |
Tekstfatan: Dentur verður lagdur
á, at teksturin sum heild er skiltur, og at evnið verður lýst við greiðum
dømum úr spanska tekstinum. Tað telur positivt, um próvtakarin kemur við
sjálvstøðugum niðurstøðum, ið byggja á tekstin. |
|
c) |
Fría uppgávan: Dentur verður
lagdur á, at próvtakarin kann skipa og greitt seta fram eitt innihald og
málbera seg á flótandi og einføldum sponskum máli. |
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost