Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal
27 1)
Mars 2002
Teldufrøði
Endamál
1.1 Næmingarnir skulu
arbeiða við hugtøkum og háttaløgum, ið eru grundleggjandi fyri at skilja og
taka lut í broytingini og menningini innan kunningartøknina.
1.2 Næmingarnir skulu
arbeiða við almennum prinsippum, háttaløgum og teknikkum, ið eru felags fyri
alla kunningartøknina og ta fjølbroyttu nýtsluna av henni. Ástøðiliga
innihaldið fevnir um hugtøkini kunning, bygnað, tilgongd og frymil.
1.3 Í teldufrøði nýta
næmingar hugtøk og háttaløg, sum hoyra til lærugreinina, tá ið tey arbeiða við
ítøkiligum greiðsluevnum. Tað er eitt eyðkenni fyri lærugreinina, at hon setir
krøv til samstarvsevni, abstraktión og skapanarevni.
Undirvísingin
2. Næmingurin skal
|
a) |
fáa teldufrøðiligt innlit, ið
fevnir um verkligt fimi, ástøðiliga fatan og almenna vitan, |
|
b) |
verða førur fyri at nýta
teldufrøðilig hugtøk fyri at lýsa og skilja kunningarviðgerð, |
|
c) |
verða førur fyri at orða seg
skrivliga og munnliga um teldufrøðilig evni, |
|
d) |
verða førur fyri at nýta síni
skapanarevni og hugfarsevni í arbeiðnum við teldufrøðiligum greiðsluevnum, |
|
e) |
verða førur fyri at kenna og
nýta teldufrøðilig háttaløg fyri at loysa ymiskar uppgávur, |
|
f) |
duga at skipa, formfesta og gera
myndlar og verða førur fyri at nýta hetta til ítøkiligar uppgávur, |
|
g) |
verða førur fyri at seta í verk
tær gjørdu myndlarnar við hjálp av amboðsforritum og almennum forritingsmáli, |
|
h) |
fáa kunnleika til grundleggjandi
algoritmur og dátubygnaðir, |
|
i) |
fáa kunnleika til dømir um
principiellar avmarkingar í nýtslu av teldum og |
|
j) |
fáa skil fyri teimum
grundleggjandi bygnaðarhættum og tilgongdum í teldum og teldunetverkum. |
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Tað yvirskipaða
innihaldið í undirvísingini fevnir um hugtøkini kunning, bygnað, tilgongd og
myndil. Undirvísingin fevnir um tey 4 høvuðsøkini, ið lýst eru niðanfyri.
3.2 Greiðsluevnisloysn
Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
|
a) |
formfesting |
|
b) |
myndlahugtakið |
|
c) |
algoritmur |
|
d) |
verkseting |
Næmingarnir skulu fáast við eina arbeiðstilgongd, har teir
skulu duga at skipa og formfesta eitt ávíst greiðsluevni og síðani duga at nýta
tað í einum amboðsforriti ella einum hægri forritingsmáli.
3.3 Forritan
Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
|
a) |
grundleggjandi algoritmur |
|
b) |
brigdlar og týpuhugtakið |
|
c) |
dátubygnaðir |
|
d) |
eftirkanningarbygnaðir |
|
e) |
modularisering |
|
f) |
syntaks og semantikk |
|
g) |
objekt, eginleikar, háttaløg og
hendingar. |
Undirvísingin skal gera næmingarnar førar fyri at gera
vælskipað forrit í einum hægri forritanarmáli. Næmingarnir skulu arbeiða við
einum avmarkaðum kjarna av einum almennum forritanarmáli og læra syntaks og
semantikk fyri avvarðandi kjarna av forritanarmálinum. Næmingarnir skulu í
lýsandi dømum arbeiða við dátubygnaðum og grundleggjandi algoritmum. Harumframt
skulu næmingarnir fáa kunnleika um greiðsluevni, har ein algoritmisk lýsing av
mannagongd til eina loysn í høvuðsheitinum er ógjørlig og fáa kunnleika um dømi,
har greiðsluevnið í roynd og veru er.
3.4 Bygnaðurin í
telduni
Undirvísingin í hesum økinum fevnir um evnini
|
a) |
virtuel maskinstig og
skipanarforrit |
|
b) |
dualitet millum forrit og dátu |
|
c) |
netverk og netverkssamskifti |
|
d) |
netverksprotokollir og lagskipan
av teimum. |
Undirvísingin skal geva næmingunum eina fatan av, hvussu
teldan grundleggjandi virkar. Næmingarnir skulu kunnast um tey týdningarmestu
systemforritini og um samspælið teirra millum. Næmingarnir skulu kenna til eina
einfalda, grundleggjandi myndil av eini teldu. Undirvísingin skal lýsa ta
altfevnandi meginregluna aftanfyri mátanum, sum teldan virkar uppá, og viðgera
samanspælið millum tey ymisku maskinstigini. Næmingarnir skulu skriva einføld
forrit á maskinmálsstigi í samsvari við ta nýttu myndlina, og teir skulu fáa
skil á dualitetinum millum forrit og dátu. Næmingarnir skulu fáa skil á tí
lagbýta bygnaðin hjá netverksprotokollum, og hugtøkini klient/ambætari skulu
lýsast við nøkrum dømum.
3.5 Valfrítt evni
Evnið fevnir um umleið 15 pultstímar, ið verður skipað sum
ein serskild arbeiðsgongd, har næmingarnir hvør sær ella í bólkum viðgera eitt
valfrítt evni. Evnini, sum næmingarnir velja, skulu góðkennast av læraranum
fyri at tryggja, at tey eru fakliga viðkomandi og egnað.
3.6 Sum partur av
undirvísingini skrivar hvør næmingur 4 frágreiðingar. Hesar skulu breitt fevna
um evni, so tey 3 økini greiðsluevnisloysn, forritan og maskinbygnaður eru
umboðað. Arbeiðið við hvørjari frágreiðing sær skal í hvørjum einstøkum føri
svara til undirvísing í 5-8 pultstímar, íroknað vanliga fyrireikingartíð.
Næmingar kunnu svara uppgávum og gera frágreiðingar einsæris ella í smærri
bólkum við í mesta lagi 4 næmingum. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til
frágreiðingarnar. Undirvísingin fevnir harumframt um smærri venjingaruppgávur.
3.7 Lisnar verða einar
180-200 síður. Tær 4 frágreiðingarnar telja við í hesum síðutali, tó í mesta
lagi við 10 síðum fyri hvørja frágreiðing.
Próvtøkan
4. Hildin verður ein
munnlig próvtøka.
5.1. Til munnligu
próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
5.2 Próvtøkupensum er
110-130 síður, íroknað í minsta lagi 3 av teimum 4 frágreiðingunum. Tær
frágreiðingar, sum verða givnar upp, telja við í próvtøkupensum, tó við í mesta
lagi 10 síður fyri hvørja frágreiðing. Um ein bólkafrágreiðing er partur av
próvtøkupensum, geva allir næmingarnir í bólkinum upp ta samlaðu
frágreiðingina. Tey trý økini greiðsluevnisloysn, forritan og maskinbygnaður
skulu verða umboðað í próvtøkupensum.
5.3 Fyri sjálvlesandi
og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað
sama sum lesipensum. Tær 4 frágreiðingarnar verða taldar uppí við teirra
síðutali, tó í mesta lagi 10 síður fyri hvørja frágreiðing. Sum fylgiskjal til
pensumuppgevingarnar skulu sjálvlesandi fyri hvørja frágreiðing leggja eina
síðu, sum lýsir innihaldið av frágreiðingini. Pensumuppgevingarnar hjá
sjálvlesandi kunnu ikki góðtakast, um hesar 4 síðurnar um frágreiðingarnar ikki
eru lagdar hjá.
5.4 Til próvhoyringina
verður settur ein spurningur, ið vísir aftur til eitt tilfarsøki/evni í
próvtøkupensum. Hevur próvtakarin gjørt eina frágreiðing, har evnið liggur
innan fyri próvtøkuspurningin, verður frágreiðingin vanliga tikin við í
próvhoyringina. Tann einstaki próvtøkuspurningurin verður orðaður við einari
evnisyvirskrift, og verður harumframt greinaður við undirspurningum ella
leiðorðum, ið kunnu vegleiða próvtakaran. Fylgisskjøl kunnu verða løgd við
próvtøkuspurninginum, men tað skal greitt tilskilast, um tilfarið verður tikið
uppí próvhoyringina, ella um próvtakarin sjálvur ger av, um hann brúkar tað.
Fylgisskjølini skulu ikki vera so háttað, at próvtakarin heldur grund vera fyri
at brúka fyrireikingartíðina til beinleiðis at loysa uppgávur.
5.5 Avtala verður
gjørd millum valbólk og lærara um nýtslu av teldu í sambandi við próvtøku.
Verður avrátt at brúka teldu, skal ein telda vera tøk bæði í fyrireikingar- og
próvtøkuhølinum. Nýtsla av telduni má einans fevna um ein minni part av
próvtøkuhoyringini. Bæði próvtakari og próvhoyrari kunnu draga telduna inn í
próvhoyringina. Meðan próvtøkan fer fram, sær próvhoyrarin til, at eingin
óviðkomandi brúkari hevur atgongd til teldurnar, sum verða brúktar í
fyrireikingini og til próvhoyringina.
5.6. Í próvdømingini
verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin
|
a) |
kann samansjóða verkligt fimi og
ástøðiliga fatan, |
|
b) |
dugur at nýta teldufrøðilig
hugtøk fyri at lýsa og skilja kunningarviðgerð, |
|
c) |
hevur kunnleika til og kann nýta
teldufrøðilig háttaløg, |
|
d) |
er førur fyri at geva víðari
sína vitan og hugsanarhátt um teldufrøðilig evni, |
|
e) |
hevur fatan fyri teimum
grundleggjandi bygnaðunum og tilgongdunum í telduni, |
|
f) |
hevur vitan um skipan/bygnað,
formalisering og modellering og kann brúka hugtøkini, |
|
g) |
hevur vitan um at nýta myndlar í
amboðsforriti og almenum forritanarmáli og kann brúka hesa vitan. |
6. Givið verður 1
próvtal við støði í einari heildarmeting.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost