pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 30

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Tøkni

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa kunnleika til dømi um nýtslu av tøkni í nútímans samfelagnum,

b)

at næmingarnir fáa innlit í og vitan um nøkur tøknilig háttaløg,

c)

at næmingarnir fáa førleika til at nýta hesi háttaløg til einfaldar verkligar uppgávur,

d)

at næmingarnir læra at málbera seg skrivliga og munnliga um tøknilig evni.

Undirvísingin

2.1 Endamálið verður framt við verkligum og ástøðiligum arbeiði við tveimum størri evnisøkjum og við starvsvenjing. Dentur verður lagdur á, at ástøðið og tað ítøkiliga arbeiðið verður javnsett í undirvísingini.

2.2 Undirvísingini hevur sítt støði í tveimum størri evnisøkjum, sum skulu vera ymisk og tryggja breidd í lærugreinini. Tey bæði evnisøkini verða vald eftir teimum møguleikum, sum eru fyri samstarvi við virki, stovnar og tekniskar skúlar í nærumhvørvinum, og undirvísingin verður løgd tilrættis í samráð við hesi.

2.3 Ástøðið í lærugreinini hevur støði í grundleggjandi pørtunum í náttúruvísindaligu lærugreinunum lívfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Undirvíst verður eitt hálvt ár í hvørjum evnisøki. Undirvísingin verður løgd til rættis sum ein samanseting av felags skeiðsskúlagongd, næmingalagað verkevnisfyrireikandi undirvísing og ítøkiligt verkevnisarbeiði í smærri bólkum. Verkevnisarbeiðið skal mest møguliga tengjast at starvsvenjing, og verkevnið hjá hvørjum bólki sær verður lagt til rættis á slíkan hátt, at tað tvinnar saman vitan og verkliga førleika næminganna. Hvør bólkur skrásetur og arbeiðir framhaldandi við sínum úrslitum, og savnar tey saman til eina verkevnisfrágreiðing svarandi til í mesta lagi 25 maskinskrivaðar síður íroknað myndir og talvutilfar, men kelduávísingar o.t. verða ikki íroknað. Frágreiðingin skal innihalda eina greiðsluevnisorðing, herundir eina stutta frágreiðing um neyðuga ástøðið, eina próvførslu og eina niðurstøðu.

2.4 Umframt báðar verkevnisfrágreiðingarnar skulu næmingarnir gera 6 frágreiðingar.

2.5 Í minsta lagi eina ferð í samlaðu undirvísingargongdini skulu næmingarnir einsæris ella í bólkum framleiða eitt ítøkiligt produkt. Tað kann vera eitt materialt produkt, t.d. ein lutur framleiddur í metalsmíð ella eitt ítøkiligt evni, framleitt við eini lívfrøðiligari ella evnafrøðiligari syntesu. Men tann ítøkilig luturin kann eisini vera immaterielt, t.d. forrit ella ein analysuforskrift.

Innihaldið í undirvísingini

3. Undirvísingin fevnir um hesi lutarevni:

1)

Tilfar og tilfarsliðir.

 

Tilfar og tilfarsliðir fevna um ráevni, millumlutir og tilfarsliðir til framleiðslu sum t.d. kemikaliir, metallir, trevjur, upploysingarevni, livandi verur, olja, plast, kveikjur (enzymir), forritsmótlur. Dentur verður lagdur á alisfrøðiligu, evnafrøðiligu og lívfrøðiligu eginleikarnar, sum eru viðkomandi í tí tøkni, sum nýtt verður.

2)

Framleiðsluháttir.

 

Viðgerðin skal vera grundað á ítøkilig dømi, ið eru viðkomandi í tí evnisøki, sum valt er. Lutarevnið kann t.d. snúgva seg um nøkur av teimum háttaløgum og tilgongdum, sum eru partur av teirri samlaðu tilgongdini, sum verkætlanirnar eru knýttar at.

3)

Stýring og skipan av tilgongdum.

 

Tilgongdarstýring og tilgongdarskipan verða lýstar við úrvaldum dømum, eitt nú tilgongdarstýring við edv, lívfrøðiliga treytað styring; ella klassiskar styringartilgongdir sum mekaniskari, hydrauliskari ella pneumatiskari styring.

4)

Máting og analysa av eyðkendum datum fyri tilfar, tilfarsliðir og lidnaframleiðslulutir.

 

Lutarevnið fevnir um dømi um tydningarmikil háttaløg ella teknikkir, sum brúkt verða t.d. í góðskueftirliti av tilfari, tilfarsliðum og lidnuframleiðslum. Í tann mun, tað er gjørligt, skulu næmingarnir hava høvi at kunna seg við professionella mátingar- og analysuútgerð.

5)

Dømi um, hvussu tøkni verður nýtt í nútíðarsamfelagnum og um avleiðingar fyri náttúru og menniskja.

 

Lýsingin av, hvussu tøknin verður nýtt, og hvørjar tær samfelagsligu og umhvørvisligu avleiðingarnar eru, er samanflættaður partur av øllum hinum fýra lutarevnunum og av arbeiðinum við verkætlanunum.

3.2 Lisnar verða 150 - 200 normalsíður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum kann hava tveir hættir (A ella B). Lærarin velur próvtøkuháttin í samráð við næmingarnar. Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, skulu nýta próvtøkuhátt A.

4.2 Próvtøkuháttur A er ein óbýtt próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.3 Próvtøkuháttur B er í tveimum pørtum og fevnir um eina verkliga próvtøku við eini ástøðiligari próvtøku aftaná. Til verkligu próvtøkuna er eingin fyrireikingartíð, og próvhoyringartíðin er uml. 1 tíma fyri hvørjar byrjaðar 4 próvtakarar. Til ta ástøðiligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 20 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 3 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.4 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, verður valt burtur úr tí, sum undirvíst verður í í fyrru og seinnu hálvu. Hvør næmingur gevur upp tær báðar verkevnisfrágreiðingarnar, sum hann hevur verið við til at gera, umframt umleið 80 síður av lisna ástøðiliga tilfarinum. Eisini verður givið upp verkliga arbeiðið og royndararbeiðið.

4.5 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevnir um tvey evnisøki. Innan hvørt evnisøki verður givið upp ein gjørd og góðkend verkevnisfrágreiðing á umleið 25 síður, umframt umleið 100 síður av nágreiniliga lisnum tilfari. Próvtakarin skal prógva at hava verkligar og tøkniligar royndir innan tey bæði uppgivnu evnisøkini. Verkevnisfrágreiðingarnar skulu latast skúlanum áðrenn 1. mai og góðkennast av próvhoyraranum.

4.6 Í sambandi við próvtøkuhátt A og tann ástøðiliga partin av próvtøkuhátti B kann próvtakarin nýta hesar hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini: Verkevnisfrágreiðingar og aðrar frágreiðingar hjá sær sjálvum, góðkendan lummaroknara og lærubøkur, talvultilfar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella framleitt í sambandi við undirvísingina, ella sum er tilskilað á pensumlistanum og í próvtøkuuppgevingunum.

4.7 Próvtøkuháttur verður hildin á henda hátt: Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning, sum hevur sítt støði í øðrum av verkevnisfrágreiðingunum. Verkliga arbeiðið og royndararbeiðið, sum hevur verið knýtt at undirvísingini, umframt viðkomandi ástøðiligt tilfar verður tikið við í spurningin. Saman við próvtøkuspurningunum skulu vanliga verða útgreinandi spurningar og skjalatilfar (t.d. talvur, myndir, objekt ella tól).

4.8 Próvtøkuháttur B verður hildin á henda hátt: Verkliga próvtøkan fevnir um einfaldan starvsstovukunnleika og handfaring av tólum, kemikalium, v.m. Í mesta lagi 8 próvtakarar verða próvhoyrdir í senn, og próvtakararnir arbeiða einsæris ella saman tveir og tveir. Í byrjanini verður ein forskrift ella vegleiðing útflýggjað. Við hesum sum støði gera próvtakararnir viðkomandi roynd, analysu e.t., sum skal hava tilknýti til eitt av teimum báðum verkevnunum ella til eina av teimum smærru royndunum, sum ávegis eru framdar og greiddar frá. Tann verkliga próvtøkan verður framd eftir somu skipan sum greitt frá í próvtøkuhátti A.

4.8 Verkevnisfrágreiðingarnar verða í avriti sendar próvdómaranum í seinasta lagi samstundis sum próvtøkuspurningarnir verða sendir honum.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost