pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 28


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Tónleikur

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir menna teirra áhuga, hugsavningarevni og ansni fyri tónleiki, so teir fáa hug, álit og evni til saman við øðrum at syngja, lurta og tosa um tónleik,

b)

at næmingarnir gjøgnum uppliving og nýtslu av tónleiki fáa størri fatan fyri tónleiki sum framsagnarhátti fyrr og nú, og

c)

at næmingarnir við virkið og fjølbroytt at fáast við tónleik og sang økja um vitan sína um tónleik og tey høpi, tónleikur er partur av, og fáa kunnleika til týdningarmiklar partar av tónleika- og sangarvinum, koma til eina djúpa fatan av egnum samleika, søguliga, sosialt og sálarfrøðiliga, og økja um møguleikar sínar fyri egnum og felags leiki.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fevnir um tvey høvuðsøki: Tónleikaíðkan, sang og spæl á ljóðføri, og tónleikafatan, sum fevnir um fjølbroytta tónleikaluttøku - heilt frá at lurta eftir tónleiki og til at greina ymisk tónleikasløg og greina samspælið millum tónleik, mentan, einstaklingin og samfelagið. Tey bæði høvuðsøkini telja líka nógv, og undirvísingin skal vísa samanhangin millum teirra.

Tónleikaíðkan

2.2 Í sangi verður arbeitt við eini fjølbroytt samansettari skrá við ein- og fleirraddaðum sangum sum i vavi fevnir um einar 15-25 sangir. Sangundirvísingin skal vera ein fastur táttur gjøgnum alt skúlaárið og skal fevna um verkliga raddarvenjing.

2.3 Í samanspæli verður arbeitt við reinum ljóðførisstykkjum ella við blandaðum sang- og ljóðførisstykkjum. Í tónleikaíðkanini kann eisini annað verkligt virksemi takast við til tess at menna skaparevni næminganna, herundir eisini nýtsla av nýggjari tónleikatøknifrøði.

Tónleikafatan

2.4 Við støði í tónleikinum og í uppliving av hesum verður arbeitt við tónleikaligu grundlutunum og við greiningarligum, søguligum, sálarfrøðiligum og samfelagsligum sjónarhornum. Dentur verður lagdur á at geva næmingunum grundleggjandi vitan og málnýtslu sum neyðugt grundarlag fyri at fáast við tónleik saman við øðrum.

2.5 Arbeitt verður við einum breitt samansettum pensum, sum fevnir um í minsta lagi 15 tónleikastykki og í sambandi við hesi 50 normalsíður av teksti. Í minsta lagi 5 tónleikastykki skulu vera frá tíðini undan umleið 1900, og í minsta lagi 5 frá tíðini eftir umleið 1900. Nakað av pensum eigur at savna seg um eitt ella fleiri temu.

2.6 Um skúlin gevur undirvísing í evning og undirvísing tí bert verður givin í tónleiki í 1,5 tímar um vikuna í miðal alt skúlaárið, verða tølini, nevnd í pkt. 2.5, broytt soleiðis: pensum verður í minsta lagi 7 tónleikaverk og í hesum sambandi 20-25 síður av teksti. Í minsta lagi 2 verk skulu vera frá tíðini undan umleið 1900, og í minsta lagi 2 verk skulu vera frá tíðini eftir umleið 1900.

2.7 Hoyrilæra er partur av tónleikaíðkanini og tónleikafatanini í tann mun, hildið verður neyðugt.

Miðstig

Endamálið

3. Endamálið við undirvísingini er,

a)

at næmingarnir framhaldandi menna teirra áhuga, hugsavningarevni og ansni fyri tónleiki, umframt teirra hug, álit og evni til saman við øðrum at syngja, spæla, lurta og tosa um tónleik,

b)

at næmingarnir gjøgnum uppliving og nýtslu av tónleiki fáa størri fatan av tónleiki sum framsagnarhátti fyrr og nú, og

c)

at næmingarnir við virkið og meiri nágreiniliga at fáast við tónleik og sang dýpa vitan sína um tónleik og tey høpi, hann er partur av, soleiðis at teir koma til eina djúpari fatan av egnum samleika, søguliga, sosialt og sálarfrøðiliga, og økja um møguleikar sínar fyri egnum og felags leiki.

Undirvísingin

4.1 Tónleikur sum vallærugrein á miðstigi byggir á og mennir framhaldandi tey bæði á kravdum stigi: tónleikaíðkan og tónleikafatan.

Tónleikaíðkan

4.2 Arbeitt verður við einum pensumi, sum fevnir um 15 einraddaðar sangir og við fleirraddaðum sangi. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir tilvitað arbeiða við raddarnýtslu. Arbeitt verður harumframt í bólkum við ljóðførum í blandaðum raddar- og ljóðførisstykkjum, møguliga í reinum ljóðførisframførslum. Í sambandi við bólkaframførslur skal skúlin útvega neyðug venjingarhøli.

4.3 Nýtslan av nýggjari tónleikatøknifrøði kann verða tikin við. Breidd í tónleikastíli og tónleikasløgum má tryggjast.

Tónleikafatan

4.4 Arbeitt verður gjølla við einum pensum, sum fevnir um í minsta lagi 10 verk ella sjálvstøðugar einkultsatsir og í sambandi við hetta umleið 100 normalsíður av teksti.

4.5 Pensum fevnir um tvey evnisøki, annað skal vera eftir ár 1900 og heilt ella lutvist fevna um tónleikanýtslu í elektrónisku miðlunum (útvarp, plátuspælari, sjónvarp/sjónbond, nýggj tónleikatøknifrøði). Ein styttri ljóðframleiðsla sum t.d. band við fylgispæli, sjálvstøðugt tónlistaverk kann koma í staðin fyri í mesta lagi 3 verk og 35 normalsíður. Ljóðframleiðslan skal verða fylgd av einari skrivligari frágreiðing og skal nýtast sum støði undir einum ella fleiri próvtøkuspurningum. Í mesta lagi 6 næmingar kunnu arbeiða saman um eina ljóðframleiðslu.

4.6 Hoyrilæra er partur av tónleikaíðkanini og tónleikafatanini, í tann mun hildið verður neyðugt.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum fevnir um tveir partar: tónleikafatan og tónleikaíðkan. Til próvtøkuna í tónleikafatan er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Til próvtøkuna í tónleikaíðkan hevur hvør próvtakari umleið 10 minuttir.

5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, fevnir um alt lisna tilfarið svarandi til 10 verk/sjálvstøðugar satsir og í sambandi við hetta umleið 100 normalslíður av teksti.

5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevna um 15 einraddaðar sangir, sum vísa breidd bæði í tónleikastíli og tónleikaslagi, alt lisna tilfarið svarandi til 10 verk/sjálvstøðugar satsir og í sambandi við hesi umleið 100 normalsíður av teksti.

5.4 Próvtøkan í tónleikafatan: Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum spurningi í uppgivna pensuminum. Próvtakaranum verður latin ein bandupptøka, møgulig tekstaskjøl umframt nótatilfar ella annað grafiskt tilfar í sambandi við verkið. Um próvtakarin skal próvhoyrast í ljóðframleiðslu síni, verður eitt avrit av framleiðsluni latið honum, og í fyrireikingarhølinum skal vera møguleiki fyri at spæla hetta (á teldu, hermli við datatransmissión, sjónbandi o.s.fr. ). Fyrireikingarhølið skal harumframt verða útgjørt við klaveri og bandupptakara. Próvtakarin kann hava egnar uppskriftir frá dagliga arbeiðinum við í fyrireikingarhølini, men tær mugu ikki vera skrivaðar sum nótar, ið eru meinlíkir tí tilfari, sum próvtakarin fær útflýggjað til próvtøkuna.

5.5 Próvtøkan í tónleikaíðkan verður hildin samlað fyri allan valbólkin við próvtøkubyrjan ella mitt á degi. Próvtakarin skal framføra tvær uppgávur í tónleikaíðkan, har av bert ein má vera ein solouppgáva. í báðum uppgávum skal tað vera møguligt at meta um einstaka próvtakaran. Í serligum førum t.d. har tað er neyðugt orsakað av einum ávísum ljóðføri, kunnu einstakir próvtakarar luttaka og dømast í trimum uppgávum.

5.6 Fyri at varðveita støðið í próvtøkuuppgávuni, sum bólkaframførslan var komin á við undirvísingarlok, kunnu lærari og næmingar hittast til 2 - 3 venjingar undan munnligu próvtøkuni.

5.7 Próvtøkan fyri sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum: próvhoyrt verður ikki í bólkaframførslu, men í staðin í tveimum solouppgávum. Onnur skal vera framførsla av einum av teimum uppgivnu 15 sangunum, valt av próvdómaranum. Hin kann vera ein sangur eftir egnum vali ella eitt ljóðførisstykki eftir egnum vali.

5.8 Við sjúkrapróvtøku dettur próvhoyringin í bólkaframførslu burtur. Í staðin verður størri dentur lagdur á eina møguliga solouppgávu í tí samlaðu dømingini. Um ein próvtakari harafturímóti til regluligu próvtøkuna hevur valt tvær bólkaframførslur, skal próvtakarin eftir egnum vali annað hvørt framføra ein sang ella spæla eitt stykki á ljóðføri .

6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting, har dømingin av teimum verkligu táttunum og dømingin av avrikinum í tónleikafatan viga lutfalsliga helvt um helvt. Próvtakarin verður ikki kunnaður um lutarpróvtølini.

Hástig

Endamálið

7. Endamálið er,

a)

at næmingarnir víðka teirra áhuga og ansni fyri tónleiki, samstundis sum teir framhaldandi menna teirra tónleikahegni og teirra hug, álit og evni til saman við øðrum at spæla, lurta og tosa um tónleik,

b)

at næmingarnir gjøgnum uppliving og drúgva nýtslu av tónleiki fáa størri og breiðari fatan av tónleiki sum framsagnarhátti fyrr og nú, og

c)

at næmingarnir við virkið og sjálvstøðugt at fáast við tónleik og sang víðka og dýpa teirra vitan um tónleik og tey høpi, hann er partur av, soleiðis at teir koma til eina djúpri fatan av egnum samleika, søguliga, sosialt og sálarfrøðiliga, og styrkja møguleikar teirra fyri egnum og sosialum leiki.

Undirvísingin

8.1 Tónleikur sum vallærugrein á hástigi byggir víðari á undirvísingina á kravdum stigi gjøgnum eina víðari tilognan av verkligum, ástøðiligum og greiningarligum kunnleikum, so at næmingarnir gerast førir fyri sjálvstøðugt at arbeiða við tilfarinum.

Sangur og samanspæl

8.2 Arbeitt verður við bæði ein- og fleirraddaðum sangi innan eitt pensum, sum fevnir um í minsta lagi 20 einraddaðir og 6-10 fleirraddaðir vokalsatsir. Dentur verður lagdur á, at einstaki næmingurin tilvitað arbeiðir við framsagnarmøguleikum sínum sangi bæði sum einstaklingur og í kóri. Arbeitt verður harumframt í bólkum við samanspæli, har møguligi førleiki næminganna á ljóðførum kann nýtast. Satsirnir, ið nyttir verða, kunnu samansjóða nytsluna av ljóðførum og sangi. Í sambandi við bólkaframførslurnar skal skúlin útvega neyðug venjingarhøli. Pensum skal vísa breidd bæði viðvíkjandi stíli og tónleikaslagi.

Tónleikakunnleiki

8.3 I tónleikakunnleika eru eini 20-25 verk ella heilir einkultsatsir evni fyri neyva viðgerð, og nøkur teirra verða gjølliga tónleikaliga greinað. Arbeitt verður harumframt við viðkomandi tekstum. Samansetingin av pensum skal vera soleiðis, at á í minsta lagi 3 økjum skal fáast eitt breiðari grundleggjandi innlit. Pensum skal vísa breidd bæði søguliga, stílfrøðiliga og viðvíkjandi tónleikaslagi, og skal herumframt lýsa tey høpi, sum tónleikurin er partur av.

Skrivligt tónleikaástøði

8.4 Undirvísingin fevnir um neyva innføring í grundleggjandi tónleikaástøði: nótar, rútmur og lyklar; intervall og tónastigar; akkordir og talsetingar; akkordsamanhangir og røddførslu. Arbeitt verður harumframt við einari av hesum skrivligu táttunum: Koralharmonisering, vísuútsetan ella rútmiskt arrangement.

8.5 2) Skrivliga arbeiðið verður partvíst gjørt í flokkinum og partvíst sum heimaarbeiði. Tilsamans letur hvør næmingur inn 52 uppgávusvør, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til, og hvørt settið, sum verður svarað, svarar í vavi til 75-100% av einari studentapróvtøkuuppgávu.

Hoyrilæra

8.6 Við støði í hinum táttunum í lærugreinini verður arbeitt við hoyrilæru, í tann mun hildið verður neyðugt.

Próvtøkan

9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

10.1 Munnliga próvtøkan er tvíbytt: Tónleikakunnleiki og tónleikaíðkan. Til próvtøkuna í tónleikakunnleika er fyrireikingartíðin umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Til próvtøkuna í tónleikaíðkan skulu umleið 10 minuttir setast til hvønn próvtakara.

10.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum alt tað lisna tilfarið svarandi til 20-25 verk/einkultsatsir, umframt tilhoyrandi tekstir.

10.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum 20 einraddaðir sangir, sum vísa breidd viðvíkjandi stíli og tónleikaslagi, alt tað lisna tilfarið svarandi til 20-25 verk/einkultsatsir, umframt tilhoyrandi tekstir, sum í vavi í minsta lagi eru 50 normalsíður.

10.4 Til próvtøkuna í tónleikafatan verður próvtakarin próvhoyrdur í einum spurningi í einum ókendum verki, sum viðvíkjandi formi, tónleikaslagi og stílslagi avspeglar dagligu undirvísingina. Spurningurin kann fevna um eina samanbering millum tvey ymisk tónleikastykki. Útflýggjast skal próvtakaranum ein bandupptøka, møgulig tekstaskjøl umframt nótatilfar ella annað grafiskt tilfar í sambandi við verkið.

10.5 Fyrireikingarhølið skal verða útgjørt við klaveri og bandupptakara. Egnu uppskriftir próvtakarans frá dagliga arbeiðinum og nótatilfar til sjálvvalda sangin kunnu takast við. Til møguliga próvtøku í hoyrilæru kann uppgávan í rútmuendurgeving eisini takast við í fyrireikingarhølið.

10.6 2) Til próvtøkuna í tónleikaíðkan verður próvtakarin próvhoyrdur í:

1)

Framførslu av eini sjálvvaldari solouppgávu (sangur ella ljóðføri).

2)

Eftir egnum vali próvtakarans:

 

c)

Luttøka í bólkaframførslu av einum fleirraddaðum tónleikastykki, sum er mannað við solistum, og har 2-8 næmingar úr valbólkinum eru við ella

 

d)

Ein uppgáva í sangi úr blaðnum (prima vista) og ein uppgáva í rútmuendurgeving. Báðar uppgávur verða gjørdar av próvdómaranum.

10.7 Um summir næmingar fara til próvtøku í hoyrilæru í staðin fyri bólkaframførslu, skal próvdómarin í seinasta lagi 7 dagar undan próvtøkudegnum senda rútmu- og prima vista uppgávur til próvhoyraran.

10.8 Bólkaframførsla verður hildin samlað fyri allan valbólkin við próvtøkubyrjan ella mitt á degi. Í serligum førum, t.d. um eitt ávíst ljóðføri krevst, kunnu einstakir próvtakarar luttaka og dømast í tveimum bólkaframførslum. Próvtøkan í solosangi kann verða hildin sum framhald av bólkaframførslum ella í sambandi við próvhoyring í tónleikafatan sambært ynski hjá próvtakarunum og próvhoyrara. Til eina møguliga próvtøku í hoyrilæru verða 10 minuttir settir av fyri hvønn próvtakara, og próvtøkan verður hildin, har próvhoyrarin heldur tað vera mest hóskandi.

10.9 Til próvtøkuna fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, verður ikki próvhoyrt í bólkaframførslu, men próvtakarin skal í staðin umframt sjálvvalda sangin syngja ein av teimum 20 uppgivnu sangunum eftir vali próvdómarans.

10.10 Til sjúkrapróvtøkuna fellur próvtøkan í bólkaframførslu burtur. Hetta hevur við sær, at størri dentur verður lagdur á solosangin í próvdømingini.

10.11 Fyri at varðveita støðið í próvtøkuuppgávuni, sum bólkaframførslan var komin á við undirvísingarlok, kunnu lærari og næmingar hittast til 2 - 3 venjingar undan munnligu próvtøkuni.

11. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting, har dømingin av teimum verkligu táttunum og dømingin av avrikinum i tónleikafatan viga lutfalsliga helvt um helvt. Próvtakarin verður ikki kunnaður um partspróvtølini.

12.1 Givnir verða 5 tímar til ta skrivligu próvtøkuna. Uppgávurøðin fevnir um nøkur løg til útsetan ella arrangement, harav próvtakarin velur eitt. Uppgávan skal latast inn uppskrivað í partitur.

12.2 Próvtøkuhølið skal vera útgjørt við klaveri ella øðrum knappaljóðføri. Harumframt kann próvtakarin sjálvur taka eitt ljóðføri við eftir egnum vali. Einki ljóðføri má hava automatiskar funktiónir. Teir próvtakarar, sum ikki hava ljóðføri við sjálvir, kunnu savnast í einum høli, um skúlin nýtir el-klaver við hoyritelefonum. Próvtakararnir mugu ikki á nakran hátt hava nakað samskifti sínámillum.

12.3 Próvtakarar, sum ynskja tað, kunnu beint eftir próvtøkubyrjan hittast við faklæraranum til tess at fáa spælt próvtøkuuppgávuna ígjøgnum. Uppgávan má bert verða spæld eina ferð uttan viðmerkingar og uttan talseting, og ein próvtøkuvakt skal fylgja próvtakarunum til hølið, har teir skulu loysa uppgávuna, soleiðis at teir ikki fáa møguleika at tosa saman um uppgávuna.

12.4 Uppgávurnar kunnu latast faklæraranum 20 minuttir undan próvtøkubyrjan. Eingir hjálparmiðlar eru loyvdir uttan teir omanfyri nevndu.

13. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Várkonsert

14. Hvørt vár verður skipað fyri einum tónleikatiltaki. Her kunnu næmingar úr øllum trimum stigunum luttaka, umframt næmingar frá sjálvbodnu undirvísingini. Annað- ella triðjahvørt ár kemur eitt fakligt umboð frá Skúlafyrisitingini at lurta eftir várkonsertini.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost