pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 29


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Týskt byrjanarmál

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa grundleggjandi førleika í at skilja og brúka nútíðartýskt,

b)

at næmingarnir ogna sær grundleggjandi orðatilfar og læra at nýta tað týdningarmesta í málsliga bygnaðinum,

c)

at næmingarnir í hesum sambandi fáa grundleggjandi vitan um tey týskttalandi londini, serliga sambandslýðveldið Týskland.

Undirvísingin

2.1 Næmingarnir skulu gjøgnum eina miðvíst skipaða innlæring venjast at skilja talað og skrivað týskt, sum ikki inniheldur stórvegis trupulleikar, og at málbera seg skilliga og natúrliga á einføldum týskum í samtalu og í ávísan mun skrivliga.

2.2 Undirvísingin skal so skjótt sum gjørligt byggja á óviðgjørdar, týskar tekstir. Í undirvísingini skal annað AV-tilfar verða tikið til hjálpar, eitt nú ljóðbond, filmar, myndbond, edv.

2.3 Næmingarnir skulu læra notatteknikk og at brúka orðabøkur við skili.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Lisnar verða í minsta lagi 180 og í mesta lagi 225 normalsíður, alt eftir torleikastigi í tekstunum.

3.2 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg, heruppií tað episka, leiklistaliga og lyriska tekstaslagið, og fevna um ymisk yrkisbókmentasløg. Pensum skal fevna um tilfar, sum er hóskandi til grundleggjandi innførslu í nútíðar geografisk og mentanarlig viðurskifti í sambandslýðveldinum Týsklandi.

3.3 Serligur dentur eigur at verða lagdur á at byggja upp tað orðatilfarið, sum er mest umráðandi fyri evni og førleika næminganna at samskifta á týskum.

3.4 Undirvísingin í mállæru skal serliga viðgera teir spurningar, sum eru neyðugir fyri samtaluførleikan og lesiførleikan.

3.5 Skrivliga arbeiðið skal fyrst og fremst stuðla tí munnliga málførleikanum og skal serliga fevna um stuttar grundleggjandi uppgávur. 5 fríar uppgávur á 1-2 síður og 7 uppgávur á 0,5-1 síðu skulu latast inn. Umframt hetta skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

3.6 Arbeiði við teld er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga eru ætlað lærugreinini, framhaldandi nýtsla av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum avleiðingum av at brúka edv.

3.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 20 normalsíður tilsamans.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru við vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 60 og í mesta lagi 75 normalsíður, sum svara til umleið ein triðing av lisnum pensumi.

4.3 Próvtøkupensum skal fevna um óviðgjørdar tekstir, soleiðis at lesipensum - bæði innan fagurbókmentir og yrkisbókmentir - er umboðað við fleiri ymiskum tekstum.

4.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, t.e. umleið 200 síður.

4.5 2) Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks til próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, heruppií prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum uppgivnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir í ljóstøkum, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

4.6 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 3/4 síðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á uml. 0,5 normalsíðu.

1)

Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst umsetur próvtakarin umleið helvtina av tekstinum til føroyskt. Síðani verður próvtakarin við samtalu á føroyskum próvhoyrdur í fatan síni av øllum tekstinum. Próvhoyrarin ger av frammanundan, hvør helvtin skal umsetast, og sigur próvtakaranum hetta beint fyri fyrireikingartíðina.

2)

Brotið úr teimum uppgivnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.

5.1 Í dømingini av málførleikanum skal størri dentur leggjast á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir.

5.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

Endamálið

6. Endamálið er,

a)

at næmingarnir framhaldandi menna málsliga og skrivliga málførleikan,

b)

at næmingarnir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og

c)

at næmingarnir í hesum sambandi fáa eitt breiðari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í týskttalandi londum.

Undirvísingin

7.1 Næmingarnir skulu í framhaldandi framtøku og við fjøltáttaðum undirvísingarháttum venjast at lesa tekstir av ymiskum slagi við góðari fatan fyri innihaldinum í tekstunum. Teir skulu framvegis venjast at skilja týskt við tí ferð, sum tað vanliga verður talað, og sjálvir læra at málbera seg natúrliga og samanhangandi á málinum.

7.2 Undirvísingin skal byggja á óviðgjørdar týskar tekstir, styðjað við AV-tilfari, eitt nú ljóðbondum, filmum, sjónbondum, edv.

7.3 Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir hava undirvísing í sjálvstøðugari handbókanýtslu.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 120 og í mesta lagi 160 normalsíður.

8.2 Pensum skal fevna um málsliga eyðskildar bókmentatekstir og lættari yrkisbókmentatekstir. Meginparturin av tekstunum skal serliga vera frá tíðini eftir 1945.

8.3 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg og ymisk sløg av yrkisbókmentum (t.d. tilfar úr bløðum, tíðarritum, yrkisbókmentum). Pensum skal fevna um tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at arbeiða við týðandi viðurskiftum í mentanini í týskttalandi londunum við søguligum og nútíðarligum atliti, og sum um somu tíð gevur næmingunum eina fjøltáttaða og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum.

8.4 Framvegis skal arbeiðast við at halda uppi og víðka orðaval næminganna og innlit teirra í málsliga bygnaðin við tí endamáli miðvíst at gera teir førar fyri at málbera seg støðugt fjøltáttari. Undirvísingin í mállæru skal leggja dent á tey viðurskifti, sum eru neyðug fyri munnliga og skrivliga málførleikan.

8.5 Tað skrivliga arbeiðið skal beinanvegin, tá ið undirvísingin byrjar, hava ein týðandi leiklut og fevna um ymisk uppgávusløg, heruppií uppgávur í sambandi við teir lisnu tekstirnar. Latnar verða inn 8 fríar uppgávur á 2-3 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

8.6 Arbeiði við teld er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga eru ætlað lærugreinini, framhaldandi nýtslu av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum avleiðingum av at brúka edv.

8.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.

Høvuðsuppgávan

9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar í lærugreinini. Økið kann vera framhald av tí, sum arbeitt hevur verið við í valbólkinum, men tað ber ikki til beinleiðis at skriva um teir tekstir, sum valbólkurin hevur lisið.

9.2 Grundbókmentirnar og ein partur av stuðulsbókmentunum verða lisnar á týskum.

9.3 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum, men kann skrivast á týskum, um tað er ein fyrimunur fyri næmingin. Verður svarið skrivað á týskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á týskum. At skrivað verður á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini. Sitat skulu skrivast á upprunamálinum.

Próvtøkan

10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

11.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 60 og í mesta lagi 80 normalsíður, sum svarar til umleið helvtina at lisnum pensum, býtt yvir fleiri tekstir, sum umboða bæði ymisk fagurbókmentalig og yrkisbókmentalig tekstasløg.

11.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, ið svarar til umleið 140 síður.

11.4 2) Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks til próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, heruppií prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum uppgivnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir í ljóstøkum, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

11.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi upp á uml. 3/4 síðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á uml. 0,5 normalsíðu.

1)

Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst umsetur próvtakarin umleið helvtina av tekstinum til føroyskt. Síðan verður próvtakarin við samtalu á føroyskum próvhoyrdur í fatan síni av øllum tekstinum. Próvhoyrarin ger av frammanundan, hvør helvtin skal umsetast, og sigur próvtakaranum hetta beint fyri fyrireikingartíðina.

2)

Brotið úr teimum uppgivnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, sum skal kanna málførleikan og tekstainnlit próvtakarans.

12.1 Í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg.

12.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

13.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum varir 4 tímar, fáa próvtakararnir eitt tekstatilfar á týskum. Í sambandi við tekstatilfarið skulu uppgávur av ymiskum slagi svarast, heruppií ein stutt umseting úr føroyskum/donskum til týskt.

13.2 2) (Strikað).

14. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Týskt framhaldsmál

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir framhaldandi menna munnliga og skrivliga málførleikan,

b)

at næmingarnir verða førir fyri at málbera seg á flótandi og natúrligum týskum,

c)

at næmingarnir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og

d)

at næmingarnir í hesum sambandi fáa økt teirra innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í týskttalandi londum, serliga í sambandslýðveldinum Týsklandi.

Undirvísingin

2.1 Næmingarnir skulu í støðugari framtøku og við skiftandi arbeiðsháttum menna evnini at lesa tekstir av ymiskum slagi og duga at próvføra sjónarmið í orðaskifti við tekstirnar. Teir skulu harafturat framvegis venjast bæði at skilja týskt sum tað kemur fyri í samtalu og verður endurgivið í fjølmiðlum, og sjálvir málbera seg flótandi, natúrliga og nøkulunda rætt.

2.2 Undirvísingin skal leggjast til rættis, soleiðis at hon er eitt natúrligt framhald av arbeiðinum á undanfarnu stigum.

2.3 Undirvísingin skal fara fram við støði í óviðgjørdum týskum tekstum, styðjað av AV-tilfari, t.d. ljóðbondum, filmum, sjónbondum, edv.

2.4 Næmingarnir skulu hava undirvísing í notatteknikki og hóskandi brúki av orðabókum. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir hava undirvísing í sjálvstøðugari handbókanýtslu.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 225 normalsíður og mesta lagi 325 normalsíður. Pensum fevnir um fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir. Teir fagurbókmentaligu tekstirnir skulu serliga vera frá tíðini eftir 1914, men tekstir frá eldri tíðarskeiðum skulu vera umboðaðir í so stóran mun, at talan ikki bert er um formliga umboðan.

3.2 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg, heruppií frásøguskaldskap, leiklist og yrkingar, og fevna um ymisk sløg av yrkisbókmentum (t.d. tilfar úr dagbløðum, tíðarritum, yrkisbókmentum). Í pensum skal vera tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at viðgera ymiskar partar av mentanini í týskttalandi londunum úr søguligum og nútíðarligum sjónarhorni, og sum um somu tíð geva næmingunum eina fjøltáttaða og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum. Á í minsta lagi einum øki skal eitt breiðari grundað innlit fáast í eitt ritverk, eitt evni ella eitt tíðarskeið. Økið skal skrivast fyri seg á pensumuppgevingunum.

3.3 Í lesipensum kunnu vera lisnir einstakir styttri, lættir, yrkissermerktir tekstir frá øðrum lærugreinum, heruppií náttúruvísindaligir tekstir.

3.4 Arbeitt verður við at menna orðatilfar næminganna og teirra kunnleika um málsligan bygnað og harvið støðugt geva teimum fleiri møguleikar at orðbera seg á týskum. Serligur dentur verður lagdur á at læra orð og orðingar, sum hava týdning fyri evni næminganna at samskifta á týskum. Undirvísingin í mállæru skal leggja dent á tey evni, sum eru neyðug fyri munnliga og skrivliga málførleikan.

3.5 Skrivliga arbeiðið skal so við og við gerast meiri umfatandi og fevna um ymisk uppgávusløg, heruppií um uppgávur í sambandi við teir lisnu tekstirnar. Latnar verða inn 11 fríar uppgávur á 1-3 síður og 9 uppgávur á 0,5-1 síðu. Umframt hetta skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

3.6 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga eru ætlað lærugreinini, framhaldandi nýtslu av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum avleiðingum av at brúka edv.

3.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 25 normalsíður tilsamans.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 75 normalsíður og í mesta lagi 110 normalsíður, sum svarar til umleið ein triðing av lisnum pensum.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, t.e. umleið 275 síður.

4.4 Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks til próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, heruppií prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum uppgivnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállærur, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir ljósprentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.

4.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á uml. 0,5 síðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin verður umsettur. Brotið úr uppgivna tekstinum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, ið skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.

5.1 Í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber seg.

5.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Hástig

Endamálið

6. Endamálið er,

a)

at næmingarnir framhaldandi menna málsliga og skrivliga málførleikan,

b)

at næmingarnir kunnu málbera seg á flótandi og fjøltáttaðum týskum,

c)

at næmingarnir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og

d)

at næmingarnir í hesum sambandi fáa eitt djúpari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viðurskifti í týskttalandi londum og soleiðis skilja mentanarlig og søgulig høpi.

Undirvísingin

7.1 Næmingarnir skulu við øktum kravi um neyvleika vinna sær fimi at viðgera tekstir av ymiskum slagi og menna evnini at gera greiðu fyri fatan síni av tekstunum. Teir skulu somuleiðis framvegis venjast í neyvari fatan av málinum og sjálvir málbera seg munnliga og skrivliga á flótandi, natúrligum og fjøltáttaðum týskum máli.

7.2 Undirvísingin skal byggja á óviðgjørdar týskar tekstir, møguliga styðjað við AV-tilfari, t.d. ljóðbondum, filmum, sjónbondum, edv.

7.3 Í sambandi við tekstalesturin skulu næmingarnir hava undirvísing í sjálvstøðugari handbókanýtslu.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 150 normalsíður og í mesta lagi 200 normalsíður.

8.2 Pensum skal fevna um fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir. Fagurbókmentaligu tekstirnir skulu serliga vera frá tíðini eftir 1914, men tekstir frá eldri tíðarskeiðum skulu vera umboðaðir í so stóran mun, at talan ikki bert er um formliga umboðan.

8.3 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk fagurbókmentalig tekstasløg og ymisk sløg av yrkisbókmentum (t.d. tilfar úr dagbløðum, tíðarritum, yrkisbókmentum). Pensum skal setast saman soleiðis, at næmingarnir serliga fáast við tekstir, sum gera teir førar fyri at skilja týðandi mentanarviðurskifti í týskttalandi londunum við søguligum og nútíðarligum atliti. Á í minsta lagi einum øki skal fáast eitt breiðari grundað innlit í eitt ritverk, eitt evni ella eitt tíðarskeið. Tekstaúrvalið skal miða ímóti at geva næmingunum møguleika at uppliva ein samanhang, t.d. eina (søguliga) gongd ella eitt tema. Økið skal skrivast fyri seg á pensumlistan. Miðað verður ímóti, at tekstirnir verða lýstir í størri høpi.

8.4 Í lesipensum kunnu vera lisnir einstakir styttri, lættir, yrkissermerktir tekstir frá øðrum lærugreinum, haruppi í náttúruvísindaligir tekstir.

8.5 Framvegis skal arbeiðast við at halda uppi og menna orðaval næminganna, serliga við atliti at at skerpa evni næminganna at skilja innihaldslig og stílfrøðilig brigdi.

8.6 Skrivliga arbeiðið skal beinanvegin, tá ið undirvísingin byrjar, hava ein týðandi leiklut og fevna um ymisk uppgávusløg. Latnar verða inn 8 fríar uppgávur á 3-5 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.

8.7 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga eru ætlað lærugreinini, framhaldandi nýtslu av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum avleiðingum av at brúka edv.

8.8 Hvør undirvísingartími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.

Høvuðsuppgávan

9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Økið kann vera framhald av tí, sum arbeitt hevur verið við í valbólkinum, men tað ber ikki til beinleiðis at skriva um teir tekstirnar, sum valbólkurin hevur lisið.

9.2 Grundbókmentirnar og ein partur av stuðulsbókmentunum verða lisin á týskum.

9.3 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum, men kann skrivast á týskum, um tað er ein fyrimunur fyri næmingin. Verður svarið skrivað á týskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á týskum. At skrivað verður á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini. Sitat skulu skrivast á upprunamálinum.

Próvtøkan

10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

11.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 75 normalsíður og í mesta lagi 100 normalsíður, sum svarar til umleið helvtina av lisnum pensum.

11.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum, sum svarar til umleið 175 normalsíður.

11.4 Í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini, vera til taks fyri próvtakararnar. Um tekstaútgávurnar hava viðmerkingar, heruppií prentaðar ella ljósprentaðar orðalistar, hava próvtakararnir loyvi at brúka tær. Próvtakararnir kunnu harumframt í fyrireikingartíðini brúka egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum uppgivnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállærur, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum eru til í undirvísingarbókum, brúktir ljósprentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp eru sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

11.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 0,5 síðu, sum próvdómarin hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr teimum uppgivnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu. Tann ólisni teksturin verður umsettur. Brotið úr tí uppgivna tekstinum verður lisið upp og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum, ið skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.

12. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

13.1 Til ta skrivligu próvtøkuna, sum varir 5 tímar, fáa próvtakararnir eitt tekstatilfar á týskum. Í sambandi við tekstatilfarið skulu uppgávur av ymiskum slagi svarast, heruppií ein stutt umseting úr føroyskum/donskum til týskt.

13.2 Til skrivligu próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: ein týsk-donsk/(føroysk) og ein (føroysk)/donsk-týsk orðabók, sum í vavi eru sum reyðu orðabøkurnar hjá danska Gyldendal (heruppií donsk-týsk orðabók hjá Munksgaard), umframt ein týsk-týsk orðabók, donsk-føroysk og føroysk-donsk orðabók. Eingir aðrir hjálparmiðlar eru loyvdir, heldur ikki serorðabøkur (t.d. stílaorðabøkur) ella orðabøkur við mállærubrotum á føroyskum/donskum.

14. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost