Ummæli:
Næmingar fáa ummæli tríggjar ferðir um árið. Fyrstu ferð um 1. Desember, aðru ferð í mars og triðju ferð við skúlaársenda.
Karakterskalain: (13 - stigin)
- 13: verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik
- 11: verður givið fyri sjálvstøðugt og avbera gott avrik
- 10: verður givið fyri avbera gott avrik, men av handahógvi merkt avrik
- 9: verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal
- 8: verður givið fyri miðalgott avrik
- 7: verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal
- 6: verður givið fyri avrik, sum akkurát kann verða góðtikið
- 5: verður givið fyri ivasamt avrik, ið ikki er nóktandi
- 03: verður givið fyri sera ivasamt ófullfíggjað avrik, ið ikki er nóktandi
- 00: verður givið fyri út av lagi ringt avrik
Størri skrivligu uppgávurnar:
- 1.s - støðisritgerð í føroyskum
- 2.s - søguuppgávan
- 2.s - serrit í føroyskum
- 3.s - høvuðsuppgávan
Royndir
- Ársroynd: Í fakum sum eru skrivlig til studentspróvtøkuna, verður hildin ársroynd á hvørjum ári. Vanliga eru 3 munnligar royndir, íroknað møgulig próvtøka, á hvørjum ári.
- Terminsroynd: Skrivlig várroynd fyri 3. Fl. Í føroyskum, donskum og í hástig lærugreinunum. 2.A í enskum og 2.X í støddfrøði.
- Umroynd: Ein og hvør næmingur, hevur møguleikan at fara til próvtøku tvær ferðir í hvørja lærugrein. Tó skal minst eitt ár verða millum próvtøkurnar. Seinnu ferð tó eftir serligum treytum, og seinna próvtalið verður bert skrivað í endaliga próvnum, um fyrra próvtalið er undir 6 og endaliga próvið enn ikki er útskrivað.
- Sjúkrapróvtøka: Sjúka í samband við próvtøku skal boðast skúlanum beinanvegin. Læknaváttan skal framleggjast áðrenn próvtøkudagurin er lokin: annars verður viðkomandi mettur sum ikki møttur til próvtøkuna og kann í fyrsta lagi møta til próvtøku 1 ár seinni. Um næmingur er sjúkur til munnliga próvtøku verður roynt, at avgreiða próvtøkuna í sama próvtøkuskeiði. Skrivlig sjúkrapróvtøka fer fram í august - september.
Próvtøkan:
Studentspróvtøkan fevnir fyri hvønn næming tilsamans um 10 próvtøkur umframt høvuðsuppgávuna. Studentspróvtøkan er staðin, um bæði miðaltalið av øllum ársmetum er minst 6, og av øllum próvtølum er minst 6.
Foreldrafundur:
Skipað verður fyri 2 foreldrakvøldum fyri 1. Fl. Fyrra kvøldið verður í desember, har størsti dentur verður lagdur á, at kunna um skúlan. Seinna kvøldið verður í januar í samband við val av vallærugreinum.